264 flutt burtur av stálverkinum í Mariupol

Í dag eru tilsamans 264 fólk flutt burtur av nógv umrødda stálverkinum í Mariupol, harav 53 fólk vóru álvarsliga løstaðir hermenn.

Í kvøld váttar ukrainska verjumálaráðið í einum boðum á Tvitter, at 53 álvarsliga løstaðir hermenn nú eru fluttir av nógv umrødda stálverkinum, Azovstal í Mariupol.

 

Aftrat teimum 53, eru 211 aðrir persónar eisini fluttir burtur av verkinum. Sagt verður, at álvarsliga løstaðu hermenninir eru fluttir til býin, Novoazovsk - og restin til Olenivka.

 

Sambært tíðindastovuni Reuters hava Ukraina og Russland avtalað, at Ukraina hevur latið russum nakrar fangar í býti við hermenninar av stálverkinum.