55 eru staðfest deyð og 279 eru saknað

Tað var gjáramorgunin, at eldur kom í íbúðarbygningarnar, sum kallast Wang Fuk Court í Tai Po í Hongkong

Talið av deyðum í herviiga eldinum í Hong Kong í gjár veksur, og talið av saknaðum er framvegis rættiliga stórt.

 

Í morgun vita tíðindamiðlar at siga, at 55 fólk eru staðfest deyð, og talið av saknaðum er 279. 

 

Miðlarnir vita eisini at siga, at 16 fólk eru í lívsvanda, og 25 onnur hava fingið álvarsligar løstir.

 

Tað var gjáramorgunin, at eldur kom í íbúðarbygningarnar, sum kallast Wang Fuk Court í Tai Po í Hongkong.

 

Bygningarnir eru fleiri í tali, harav fýra av teimum eru farnir upp í royk.

 

Reuters visti í gjárkvøldið at siga, at trý fólk eru handtikin í samband við eldin.

 

Her síggjast fleiri myndir:

 

https://www.in.fo/news-detail/i-minsta-lagi-36-deyd-i-eldi-i-ibudarbygningum-i-hong-kong