55 snellubátar landaðu á Eiði

- Snellufiskurin, sum higartil í ár er veiddur á Norðhavinum, er bæði stórur og feitur, siga útróðrarmenn.

Tað hevur gingið rímiliga væl hjá teimum, sum havt lagt seg eftir at fiska við snellu á Norðhavinum í vár, og í síðstu viku gjørdu menn fleiri hampiliga góðar dagar. Teir, sum løgdu mest fyri, vóru úti at kalla hvønn dag í vikuni og aðrir, ið heldur valdu teir góðu dagarnar, fingu einar fýra útróðrardagar við snellu.

 

Í flestu førum er talan um glastrevjabátar, og tá snellutíðin liggur í vánaligari árstíð til veður, plaga menn at vera nøgdir, um teir fáa einar 10-12 hampiliga góðar snelludagar á Norðhavinum í allari vertíðini. Høgættin er ring norðan fyri, og tað skal ikki nógvur vindur til, at hesir lutfalsliga smáu bátar ikki loysa.

 

Seinasta fríggjadag og leygardag landaðu ávikavist 30 og 25 snellubátar á Eiði. Fríggjadagurin byrjaði væl, men sum dagurin leið, bleiv vindur, og flestu bátar vóru aftur at landi um 16-17-tíðina. Leygarmorgunin var eisini ivaveður, og tað vóru nakrir, sum settust aftur. Kortini loystu einir 25 bátar, og leygdardagurin gjørdist drúgvari í seinna enda.

 

Í flestu bátum, sum royna við snellu eftir várfiski á Norðhavinum, er bara ein maður, og í onkrum báti eru tveir. Fríggjadagin og leygardagin lógu nógvir um 2000 pund, nakrir lógu um 3000 pund, og besti báturin hesar báðar dagarnar hevði eini 4000 pund.

 

- Fiskurin, sum vit higartil hava fingið í vártíðini, hevur verið bæði stórur og góður. Tað allar mesta er toskur, men onkur einstakur upsi er uppi í veiðini, men tað er bert eitt lítið tal, siga útróðrarmenn.

 

Allur snellufiskurin, sum verður landaður á Eiði, verður koyrdur inn á Bátafisk, har hann verður støddarskildur og settur til sølu á gólvuppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya. Tá fiskurin er seldur, verður hann heintaður á Eiði.