57 el-persónbilar skrásettir í Føroyum í ár

Síðani á nýggjárinum eru 57 el-riknir persónbilar skrásettir í Føroyum. Tað er ein vøkstur upp á 57 prosent, tí á nýggjárunum vóru 99 persónbilar skrásettir, sum vóru el-riknir.

Men tølini eru smá í mun til samlaða talið av skrásettum persónbilum. Tilsamans eru skrásettir 25.834 persónbilar í Føroyum (1. september).

Tað merkir, at 0,6 prosent persónbilunum í Føroyum eru el-riknir í mun til 0,4 prosent á nýggjárinum.

15804 persónbilar eru bensinriknir og 9874 eru dieselriknir.

Tilsamans eru 38.646 akfør skrásett í Føroyum. Av teimum 3.380 viðfestisvognar, 3 pylsuvognar, 240 leguvognar og 548 kampingvognar.