Íslendingar eru heldur ikki nøgdir við ta seinnu avtaluna um, hvussu landið skal rinda bretum og niðurlendingum Icesave-skuldina. Á fólkaatkvøðuni í gjár atkvøddu 58 prosent fyri semjuni, og 42 prosent atkvøddu ímóti. Tølini vísa, at í øllum teimum seks valdømunum var meirilutin ímóti semjuni.
Minsti munurin millum ja og nei var í teimum báðum valdømunum í Reykjavík. Í tí norðara valdøminum í høvuðsstaðnum atkvøddu 46,7 prosent ja og 53,3 prosent nei. Í tí syðra valdøminum var býtið 45,7 og 54,3 prosent.
Á bygd var mótstøðan ímóti semjuni størri. Í landnyrðingsvaldøminum atkvøddu 37,8 prosent ja og 62,2 prosent nei, og suðurvaldøminum var býtið 27,1 ja og 72,9 prosent nei.
Steingrímur J. Sigfússon, fíggjarmálaráðharri, segði við íslendska sjónvarpið í gjárkvøldið, at tað verða ikki fleiri samráðingar um Icesave-skuldina, tí samráðingarleiðin er brúkt og gingin at enda, segði hann.