6,6 millónir fleiri í landskassan

Higartil í ár hevur landskassin fingið 6,6 milliónir meiri inn í skatti og avgjøldum, enn hann fekk í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Fíggjarmálaráðnum

Uppgerðin vísir, at fyrstu fimm mánaðirnar frá januar til mai í ár, hækkaðu inntøkurnar hjá landinum av mvg og øðrum avgjøldum, 31,9 milliónir, men hinvegin er inntøkan av landsskatti lækkað 25,3 milliónir.

Vøksturin hevur verið serliga stórur í inntøkunum av mvg, sum vóru 26,5 mió. krónur, ella góð 5% hægri, fyrstu fimm mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør.

Skrásetingargjaldið hevur verið 4,4 milliónir krónur hægri og aðrar avgjaldsinntøkur hava verið umleið eina millión hægri

fyrstu 5 mánaðirnar í ár.

Vøksturin í meirvirðisgjaldinum á 5% hevur sostatt verið hægri enn vøksturin í lønum og øðrum veitingum, sum vórðu goldnar umvegis a-skattaskipanina.

Her var vøksturin 4,2% fyrstu fimm mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør, sigur Fíggjarmálaráðið.