6. flokkar á Argjum gera flaggstengur til Reyða Kross

Í staðin fyri at keypa flaggstengur, vildi Reyði Krossur fáa ein føroyskan skúlaflokk at gera flaggstengur. Tí blivu tað 12 børn úr 6. flokkunum í Argja skúla, sum skuldu gera stengurnar.

Lars Andressen


Í staðin fyri at keypa flaggstengur, vildi Reyði Krossur fáa ein føroyskan skúlaflokk at gera flaggstengur. Tí blivu tað 12 børn úr 6. flokkunum í Argja skúla, sum skuldu gera stengurnar.

Sosialurin var á Argja skúla, og tóku vit mynd av børnunum.

Flaggstengurnar skulu brúkast til borðprýði í fundarhølinum hjá Reyða Kross Føroya.

Smíðlærari hjá børnunum á Argjum er Sjúrður Hansen.

Fóturin á flaggstongunum verður gjørdur úr føroyskum viði (gullregni), sum er úr havanum hjá Åga Hansen.