60 børn sýna fram í Mentamálaráðnum

FRAMSÝNING

Farnu tíðina hevur stór smábarnamentanarlig verkætlan verið í Havn. Øll børn í Tórshavnar kommunu, sum eftir summarfrítíðina fara 1. flokk, og tey eru um 320 í tali, hava tikið lut í verkætlanini, sum hevur heitið "Havnin - ein býur, har børnini trívast."
Verkætlanin er nýskapandi og sera áhugavert samstarv millum pedagog-ar og yrkislistafólk, sum saman við eitt nú Náttúru-gripasavninum hava lagt børnunum lag á. Íblástrarevnið hevur verið hagin og várið, og hava børnini á ymsu verkstovunum í býnum fingist við sang, dans, myndlist, leiklist, tónleik og mangt annað.
Endamálið er m.a. at stimbra skapanargleðina hjá børnum, og tað, at samantvinna náttúruuppliv-ing-ar og skapanarevnini er við til at styrkja kjarnu-sam-leika teirra. Tað er Helena Fríðheim, pedagogur, sum er stigtakari, og hevur hon saman við mongum góðum kreftum samskipað og fyriskipað verkætlanina. Mentamálaráðið er ein av høvuðsstuðlunum.
Nú verkætlanin endar, fara umleið 60 av børnunum at sýna fram myndir, leirlutir og annað, ið tey hava gjørt, í Mentamálaráðnum, Hoyvíksvegi 72, Tórshavn. Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum letur framsýningina upp mikudagin 2. juni kl. 15.00. Framsýningin verður opin fram til 25. juni. Øll eru vælkomin.