MIÐEYSTUR
Johan Jacobsen
Í farnu viku var 60 ár síðan staturin Ísrael var settur á stovn. Og fleiri sendingar eru settar á skrá í sjónvarps- og útvarpsrásum í okkara parti av heiminum. Ísrael eigur eitt serligt stað í hjartanum hjá mongum føroyinginum. Fleiri hava í sínum ungu árum verið á Kibbutz. Bæði føroysk streingja- og barnakór syngja sangir á hebraiiskum. Og fleiri, fleiri føroysk ferðalið hava eftir hondini vitja í Heilaga Landinum.
Men, meðan hátíðarhaldið av at tað er 60 ár síðan staturin Ísrael var stovnaður, fer fram, so markera palestinar eisini dagin. Fyri teimum kallast hendingarnar kring hendan dagin »al-Nakba«, sum merkir »vanlukkan«.
»al-Nakba« - vanlukkan
Síðst í 19. øld, tá ið jødar í Evropa fyri fyrstu ferð fluttu til Palestina í størri tali, var økið uppdeilt í smærri eindir, at líkna við kommunur, sum so vóru stýrdar úr Konstantinopel, Beirut og Damaskus. Í økinum í 1880unum búðu umleið 450.000 palestinskar arabarar og 25.000 jødar, harav teir allarflestu ultra-ortodoksir og ikki tjóðskaparsinnaðir við búðstaði í býnum Jerusalem, Hebron, Safed og Tiberias.
Síðst í 19. og fyrst í 20. øld var samleikin hjá palestinskum arabarum ikki sum eitt fólk, sum fyrst og fremst var palestinskt, men heldur sóu teir seg sum sáttar av Osmanska Ríkinum og samstundis sum limir í einum stórum islamskum samfelag. Sostatt hevði ein palestinsk statseind sum so ongantíð virkað, valdið var sum heild útynt út frá øðrum stórbýum. Samleikin hjá palestinsku arabarunum var, í tí lokala, knýttur at teirra býum og bygdum, klanum og familju – ikki at palestinska fólkinum, hetta kom tó seinni. Rættiliga valdssætið hevði gjøgnum tíðirnar antin verið í Damaskus, Beirut, Kairo ella Konstantinopel.
Hinvegin vóru jødisku niðursetarar við eitt partar av einum lítlum jødiskum samfelagi og afturat vóru teir flestu dugnaligir bøndur. Afturat hesum vóru osmansku myndugleikarnir ikki seinir við at selja byggiloyvir og jørð til tilflytarar við pengum. Flestu jødar fóru av evropeiska meginlandinum antin til USA ella til Stórabretlands, men at byrja við fóru einstakir til Palestina. Seinni vaks hendan tilflytingin – sí faktaboks.
Sum innflytingin av jødum tók dyk á seg, so tilsvarandi vaks mótstøðan ímóti hesi gongd. Serliga í tíðini eftir 1. Veraldarbardaga, tá ið bretar tóku við valdinum í økinum. Í árunum 1936-39 var arabiskur uppreistur ímóti Yishuw, sum var navnið á jødiska samfelagnum tá. Mótmælisgongur vóru hildnar og ófriðurin vaks. Í hesi tíðini harnaði hetta nýggja stríðið millum palestinskar arabarar og jødar, og smærri vápnaðir yvirgangsbólkar vóru skipaðir á báðum síðum og fingu vaksandi stuðul frá fólki. Herímillum var Haganah ein kendur bólkur, sum var virkin, tá ið palestinskir arabarar vóru riknir frá heimi, úr 49 bygdum í árunum millum 1947-49.
1947-49: 700.000 flóttafólk
Ísraelskar søgubókur, eisini skúlabøkur, hava í flestu førum lagt tað fram, at tey 700.000 palestinsku flóttafólkini fóru frá teirra heimi av egnum vilja ella tí teirra leiðarar góvu teimum boð um tað. Hetta kemur eisini fram í kendu skaldsøguni eftir Leon Uris »Exodus«. Uris skrivar at »tað er heilt víst og skjalprógvað, at arabisku leiðararnir ynsktu at vanliga fólkið fór úr Palestina fyri at gera hetta til eitt politiskt eldfimt mál og eitt hernaðarligt vápn.«
Benny Morris eitur umstríddi ísraelski søgufrøðingurin, sum í 80unum viðgjørdi hetta evnið kring flóttafólkini. Hansara arbeið hevur verið við til at broyta ísraelska søgufrøði og eisini ávirka almennu fatanina av føðingini hjá tjóðini Ísrael. Tað, ið mann fekk burturúr kanningararbeiðinum hjá Morris gav einum illgruna um at etnisk útreinsan var farin fram í hesum árunum.
Kelda: »Blood and Sand«, David Remnick, 5. mai 2008, The New Yorker
____________________________________
Fakta:
? Fimm bylgjur av jødiskum innflytarum undan 1948:
Fyrsta bylgja, 1882-1903: uml. 35.000, úr Russiska Ríkinum og nakrir úr Yemen
Onnur bylgja, 1904-1914: 40.000, úr Russiska Ríkinum
Triðja bylgja, 1919-1923: 40.000, úr Russlandi
Fjórða bylgja, 1924-1929: 82.000, úr Póllandi og Ungarn
Fimta bylgja, 1929-1939: 250.000, úr Týsklandi og Eysturevropa
Sætta bylgja, 1933-1948: uml. 110.000 jødar, úr Póllandi og Eysturevropa
? Palestinsk flóttafólk eftir 1948:
Stutt eftir kríggið í 1948 gjørdust 700.000 palestinar flóttafólk. Í dag metir mann, at fleiri enn fýra milliónir eru palestinsk flóttafólk í útlegd og higartil eru hesi statsleys. Í dag búgva yvir 20.000 palestinar í Danmark.