Í Japan búleikast fleiri hundraðtúsund fólk í skúlum og ítróttarhøllum, tí húsini, sum tey búðu í, vórðu oyðiløgd í jarðskjálvtanum ella skolað burtur í flóðalduni. Myndugleikarnir siga, at umleið 380.000 fólk eru flutt ella flýdd úr økjum, sum fóru serliga illa av flóðalduni, og at onnur 210.000 eru flutt burtur frá kjarnorkuverkum orsakað av vandanum fyri geislavirknum leka.
Tað er vetur í Japan, og veðurmenninir siga frá kaldari veðri teir næstu dagarnar. Japanska deildin av Reyða Krossi hevur latið neyðstøddum 70.000 teppi, men enn eru mong, sum ikki hava fingið ta neyðugu hjálpina, tí nógvastaðni er alt samferðslukervið oyðilagt.
Harafturat er tað ein trupulleiki nógvastaðni, at streymveitingin er farin.