6000 føroyingar hava ein sníkjandi drepara

SNÍKJANDI DREPARI Mett verður, at einir 3000 føroyingar hava fingið staðfest diabetis, sum er kallað tann sníkjandi dreparin. Men fryktandi er fyri, at einir 3000 afturat hava sjúkuna, uttan at vita av tí. Kristianna Rein, forkvinna í diabetisfelagnum í Føroyum, sigur, at tølini eru ræðandi. Í Føroyum er viðgerðin góð, men gongdin seinastu tíðina ørkymlar okkum, sigur hon

- Tølini eru ræðandi!
Tað staðfestir Kristianna Rein, forkvinna í Diabetisfelagnum í Føroyum.
Diabetis, sum eisini er kallað tann sníkjandi dreparin, er vorðin ein rættilig fólkasjúka.
Mett verður, at í Evropa hava 35 milliónir fólk fingið staðfest sjúkuna, men mett verður somuleiðis, at onnur 30-35 milliónir fólk eru sjúk, uttan at vita av tí.
Í Norðurlondum hava 1,3 milliónir fólk fingið staðfest diabetis og mett verður at líka nógv fólk hava sjúkuna, uttan at vita av tí.
Í Danmark hava 300.000 fólk fingið staðfest diabetis og líka nógv ganga við henni, uttan at vita av tí.
Í Danmark eru 70 nýggir tilburðir av diabetis – um dagin. Bara hendan sjúkan, einsamøll, kostar danska heilsuverkinum 31 milliardir um árið.
Hvørt ár doyggja heili 3000 danir av diabetis!

6000 føroyingar
Hvussu nógvir føroyingar hava diabetis, vita vit ikki reiðiliga, tí tað er ongantíð kannað.
- Men mett verður, at einir 3000 føroyingar hava fingið staðfest sjúkuna og harafturat eru einir 3000 føroyingar afturat, sum hava diabetis, uttan at vita av tí.
Samstundis verður mett, at tað eru einir 250 nýggir tilburðir av diabetis í Føroyum um árið.
Kristianna Rein sigur, at tað er ikki so løgið, at fólk kunnu ganga við diabetis í áravís, uttan at vita av tí.
- Heilt ofta merkist lítið og einki, til sjúkuna, so tá ið hon verður uppdagað, er tað mangan í sambandi við onkra fylgissjúku, eitt nú í sambandi við, at sjónin er viknað, ella at trupulleikar við hjartanum og æðrakálking taka seg upp.
- Men tá hevur sjúklingurin ofta havt diabetir í eini seks ella átta ár og hevur longu fingið varandi mein av sjúkuni.
Og tað eru nettupp fylgissjúkurnar, sum eru tann heilt stóri vansin við diabetis, tí tær eru rættiliga álvarsligar.
Forkvinnan í diabetisfelagnum vísur á, at diabetis er orsøkin hjá 40% av teimum, sum hava trupulleikar við hjartanum og æðrakálking.
Aðrar vanligar fylgissjúkur eru, at diabetissjúklingar missa sjónina partvís, ella heilt, at nýruni ganga fyri og at sjúklingar missa tær, ein fót ella ein part av beininum.
- Í Danmark vísa tøl, at í miðal liva diabetissjúklingar seks ár styttri enn fólk annars.
Kristianna Rein sigur, at tað í hesum sambandi er tað ikki bara sjálv sjúkan, sum ger vart við seg, men tað er eisini nógv torførari hjá fólki við diabetis at fáa lívstrygging, tí vandin fyri at doyggja ov tíðliga, er so stórur.
Hon sigur, at sostatt er talan um ein ógvuliga stóran sjúklingabólk og samstundis er talan um eina sjúku, sum tað er øll orsøk til at taka í størsta álvara.

Øvunda okkum
Men er hetta so ein sjúka, vit í Føroyum taka í størsta álvara?
- Í Føroyum eru vit rættiliga væl fyri á summum økjum afturímóti øðrum londum, staðfestir Kristianna Rein.
- Tá ið vit greiða øðrum frá støðuni í Føroyum, øvunda tey okkum rættiliga illa, at føroyskir diabetissjúklingar hava ókeypis atgongd til regluliga fótarøkt.
Kristianna Rein sigur, at ein serligur vandi við diabetis er, at blóðrenslið til beinini og føturnar, verður typt og tað endar mangan við, at tær, føtur og bein mugu takast.
- Tí hevur reglulig fótarøkt avbera stóran týdning og eg ivist onga løtu í, at tað hevur bjargað mongum undan at missa ein gongulim.
- Vit hava eisini eina góða skipan við kommunulækna, sum eru ókeypis at fara til og vit hava eina góða skipan við Heilsutrygd, tí heilivágurin er ikki dýrur.
Samstundis hava vit ógvuliga vælvirkandi diabetisambolatorium í Suðuroy og í Klaksvík, sum eisini røkir ein part í Eysturoy.

Ørkymlandi
Kortini ásannar Kristianna Rein, at gongdin seinastu tíðina ørkymlar tey.
- Vit hava at diabetisambolatorium á Landssjúkrahúsinum, sum als ikki upp á nakran máta nøktar tørvin.
Jens Andreasen, diabetislækni, upplýsir, at á diabetisøkinum á Landssjúkrahúsinum arbeiðir ein serlækni í diabetis, hann sjálvur, tveir dagar um vikuna, mánadag og hósdag.
Har arbeiða eisini tveir sjúkrarøktarfrøðingar niðursetta tíð, men tilsamans er talan 1,3 starv.
Talan var um hálvtannað starv, men har varð eisini skarvað burtur av.
Samstundis var einasti kostráðgevarin, sum burturav var til diabetissjúklingar,
sagdur úr starvi.
Tað er eingin, sum ivast í, at talan var um eitt sparitiltak og einki annað.
- Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at hetta var ikki ein partur í eini serliga væl umhugsaðari ætlan og tað er ørkymlandi og ger sjúklingarnar ótryggar, sigur Kristianna Rein.
- Øll eru fullgreið yvir, at diabetisambolatiriið á landssjúkrahúsinum forslær ikki, tí tey eru alt ov illa mannað til at viðgera ein so stóran –og skjótt vaksandi- sjúklingabólk
Avleiðingin av støðuni, og sparingunum, eru, at bíðilistarnir verða longri og longri og nú tekur tað fleiri mánaðir, ella ár, hjá diabetissjúklingum, at sleppa framat.

Kostar pengar
Harafturat er avgjørt, at viðgerðin av diabetis skal leggjast undir kommunulæknarnar.
Men hetta er ikki ein uppgáva, kommunulæknarnir eru førir fyri at átaka sær, uttan at teir verða førleikamentir til tað.
Tað eru tey á Landssjúkrahúsinum farin undir. Tey hava førleikament kommunulæknarnar í Suðuroy, á Sandi og nakrar í Havn.
Væntandi fer tað at taka tað mesta av árinum í ár at førleikamenna allir kommunulæknarnir.
So hvørt, sum læknarnir verða førleikamentir, yvirtaka teir diabetissjúklingarnar í sínum øki.
Kristianna Rein sigur, at fyri tey kann tað vera tað sama, hvar viðgerðin er, bara hon er nóg góð.
Men um hon verður nóg góð, veldst serliga um, antin politiskur vilji er til at brúka pening upp á at fáa hana at virka.
Og tað er púra greitt, at tað verður ein avbjóðing.
- Í løtuni arbeiðir ein nevnd við at útgreina, hvussu diabetisøkið kann leggjast út til kommunulæknarnar, men skal tað verða ein nøktandi skipan, verður tað als ikki ókeypis, sigur forkvinnan í Diabetisfelagnum.
Øll eru samd um, at kostráðgeving er alfa og omega í viðgerðini av diabetis.
- Tí varð tað ómetaliga óheppið, at einasti kostráðgevari, sum burtur av ráðgav diabetissjúklingum, varð sagdur úr starvi.
- Tá ið ein sjúklingur fær staðfest diabetis, er ein holl kostráðgeving fyrsti og alneyðugi parturin av viðgerðini.
- Men, sum støðan er nú, noyðast diabetissjúklingar bara at fara heima at googla seg fram til, hvussu og hvat, tey skulu eta, tí ongin kostráðgevari er og hetta er heldur ikki eitt øki, læknarnir vita so nógv um.
- Verður kosturin lagdur um, kann sjúklingurin oftast lætna nøkur kilo og tað førir manga við sær, at tørvurin á heilivági minkar.
- Mælt verður til, at tá ið ein sjúklingur fær diabetis, eigur hann at sleppa til kostráðgevara fýra ferðir tað fyrsta árið, hann eigur at sleppa til kostráðgevara tvær ferðir annað árið, og síðani eftir tørvi, annaðhvørt, ella triðjahvørt ár.
Kristianna Rein er sjálv við í arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um, hvussu diabetisviðgerðin skal skipast framyvir.
- Har hava vit roknað okkum fram til, at skulu tilmælini um kostráðgeving lúkast, verður neyðugt við fýra kostráðgevarum til diabetissjúklingar burturav.
Men tað verður eisini neyðugt at styrkja kommunulæknaskipanina við eyka manning, serliga sjúkrarøktarfrøðingum, sum hava serútbúgving í at viðgera diabetis.
- Nevnt hevur verið, at skulu kommunulæknarnir hava ein sjúkrarøktarfrøðing afturat, sær at viðgera diabetissjúklingar, skulu einir 25-30 sjúkrarøktarføðingar setast í starv í kommunulæknaskipanini afturat.
Men so verður neyðugt at serútbúgva sjúkrarøktarfrøðingar beinleiðis til endamálið.
Samstundis verður leikluturin hjá diabetisambulatorium at viðgera teir sjúklingar, har sjúkan vísir seg at vera torført at hava tamarhaldið á.
Hinvegin sær forkvinnan í diabetisfelagnum eisini ein stóran trupulleika í, at nógv av kommunulæknastørvunum í Føroyum, eru mannað við skiftandi vikarum, sum bara steðga í dagar ella vikur, ella í besta føri, nakrar fáar mánaðir.
- Eg veit ikki, hvussu tað letur seg gera at leggja diabetisviðgerðina út til kommunulæknarnar undir hesum umstøðum, tí tað er ongin meining í at at førleikamenna ein lækna, sum bara steðgar í dagar ella vikur.

Forða fyri sjúkuni
Kristianna Rein vísir á, at er tað eitt, ið hevði loyst seg fyri samfelagsbúskapin, hevði tað verið at havt fyribyrjandi kanningar fyri diabetis.
- Fylgissjúkurnar av diabetis eru ræðuliga dýrar fyri heilsuverkið, fyri ikki um at tala, hvat skerd arbeiðsevni kosta samfelagnum í mistum inntøkum.
- Høvdu kommunulæknarnir fingið eina skipan, har teir hildu eitt vakið eyga við teimum, sum vóru í vandabólkinum, høvdu nógvir diabetissjúklingar verið funnir nógv fyrr og sostatt kundu vit fyribyrgt, at nógv fingu varandi mein av fylgissjúkum.
Hon vísir eisini á, at verða fyribyrgjandi kanningar gjørdar, ber eisini til at finna tey, sum eru í ferð við at fáa diabetis, men sum enn eru á einum undanstigi.
- Við at broyta lívsstíl og kostvanar, ber mangan til hjá teimum at forða fyri, at tey nakrantíð fáa diabetis, ella í hvussu so er, at útseta sjúkuna í fleiri ár.
Forkvinnan í diabetisfelagnum sigur, at tað eru bara nakrar einfaldar blóðroyndir sum skulu til fyri at staðfesta, um diabetis er til staðar, ella um ein sjúklingur er á einum undanstigi til diabetis.
Annars heldur hon, at vit vit eiga at byrja longu í barnagørðum, at leggja góðar kostvanar og livivanar niður í børnini.
- Tað ber betri at læra eggið enn at læra hønuna, heldur hon fyri.
LES EISINI GREININA: Sunnur matur skal verða bíligari enn ósunnur matur