6.000 vilja síggja sólarmyrking

– Stóri áhugin fyri Føroyum verður ikki minni av, at CNN nú viðmælir Føroyum sum ferðamáli, sigur Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Island.

Okkurt bendir á, at stóri umheimurin er við at fáa eyguni upp fyri smáu Føroyum sum ferðamáli. Fyrst var tað National Geographic, sum valdi Føroyar sum tað fyrsta millum 111 ymisk oyggjasamfeløg kring knøttin.

Og nú er tað eisini amerikanska sjónvarpsstøðin, CNN, um hevur kosið Føroyar millum 10 tey fremstu ferðamálini í heiminum í 2015. Fyrst og fremst skyldast hetta sólarmyrkingina tann 20. mars, sum CNN sigur vera eitt upplagt høvi til at vitja Føroyar.

Súsanna Sørensen frá Visit Faroe Islands sigur tað hava nógv at siga fyri Føroyar sum ferðamál, at ein stór sjónvarpsstøð sum CNN mælir fólk til at koma hendavegin.

Hoyr samrøðu við hana við at trýsta á pílin undir myndini.