Ein 61 ára gomul kvinna í Danmark hevur átt eina dóttur á Ríkissjúkrahúsinum. Eftir danskari lóg kunnu kvinnur ikki fáa ísáðing, um tær eru eldri enn 45 ár, men í hesum førinum fekk kvinnan ísáðing í Bretlandi, skrivar Ekstrablaðið.
Kvinnan átti á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn fyri nøkrum døgum síðani. Hon fekk eina dóttur, sum vigaði seks pund, skrivar blaðið.
Tey seinastu árini hava fleiri kvinnur í 50-unum og 60-unum átt børn. Í fjør fekk ein 67 ára gomnul kvinna í Spania tvíburðar.