625 áskoðarapláss afturat við Djúpumýru

Tað kemur at kosta kommununi seks milliónir krónur, og FSF kemur við tveimum milliónum

Í dag varð avtala undirskrivað við Norðhús soleiðis, at fleiri ákoðarapláss kunnu gerast við eystaru síðun við Djúpumýru. Hetta arbeiðið er seinasti liður í at fáa vøllin endiliga góðkendan til altjóða dystir, skrivar Klaksvíkar kommuna í dag.

Í fjør gav UEFA loyvi til, at vøllurin við Djúpumýru kundi brúkast til fyrsta umfarið í Champions League. Vanliga krevst, at leikvøllir til UEFA dystir eru skrásettir í “bólki 2”, sum krevur ein leikvøll við 1.500 áskoðaraplássum. Síðan tá hevur verið arbeitt við ymiskum loysnum at útvega tey írestandi áskoðaraplássini, sum mangla í at fáa vøllin altjóða góðkendan.

- Í hesari tilgongdini er vorðið greitt, at besta loysnin er at staðseta áskoðaraplássini við Jógvan Waagsteinsgøtu, heldur enn at “Bláa Skýlið” verður longt. Kostnaðurin fyri hesa verkætlan er seks milliónir krónur, og harav hevur FSF givið tilsøgn um tvær milliónir krónur, skrivar Klaksvíkar kommuna og leggur afturat:

- Hóast koronastøðan enn ger seg galdandi, so verður roknað við, at KÍ skal spæla heimadyst í Europa Leauge í summar, samstundis sum FSF hevur víst áhugað í at hýsa dystum hjá kvinnu landsliðnum og ungdómslandsliðum í Klaksvík. Ætlanin er tí at arbeiðið skal fara í gongd beinanvegin, og vænta ráðgevarnir hjá kommununi, at áskoðaraplássini kunnu verða tøk til dystirnar í summar.

##med2##