Nýggjur leiðari á 62°N hotellinum í Havn er Súsanna Vang.
Tað sigur 62°N í tíðindaskrivi í kvøld, har tey skriva, at hon kemur úr starvi sum Hotel Manager á Hotel Føroyum og hevur drúgvar royndir í hotellvirksemi bæði í Føroyum og í Danmark, og at hon er útbúgvin HA í burðardygd á lærda háskúlanum í Aarhuus.
– Tað var 1. august í 2018, at 62°N yvirtók hotellið í miðbýnum í Havn, og við nýggja leiðaranum hevur 62°N hotellið eina spennandi tíð fyri framman, skrivar 62°N, sum heldur fram:
– Vit eru sera fegin um at fáa eina so roynda kvinnu at standa á odda fyri hotellinum, og hennara førleikar fara uttan iva at koma hotellinum og kundunum til góðar, sigur Bergur Thomsen, stjóri í 62°N.
Í 62°N samtakinum starvast umleið 40 fólk, og samtakið fevnir um hotel, ferðaskrivstovu, bilaleigu og handling.
Bergur Thomsen, stjóri, og tann nýggi hotel leiðarin, Súsanna Vang