62°N leigar stórt ferðamannaskip

Væl yvir 1.000 ferðafólk vera við skipinum

Stóra ferðamannaskipið “Princess Seaways”, sum danska reiðaríiið DFDS eigur, kemur at liggja nakrar dagar á Kollafirði í mars 2015 við helst væl yvir túsund ferðafólkum umborð.

Hetta eru alt ferðafólk, sum koma hendavegin fyri at uppliva fullu sólarmyrkingina, sum verður fríggjadagin 20. mars, og sum sæst sera væl úr Føroyum.

Sjáldsama náttúrufyribrigdi varir sum longst í tveir minuttir og 47 sekund, men tey vitjandi koma gjarna til Føroya nakrar dagar frammanundan.

– Tað er í tí sambandi, at vit hava leigað ferðamannaskipið “Princess Seaways” at hýsa gestunum, sigur Maria Samson frá 62°N greiðir soleiðis frá.

Ferðamannaskipið “Princess Seaways” varð smíðað í 1986 og umbygt í 2006, og umborð eru alskyns hentleikar til tey ferðandi, so sum matstovur, kaffistovur, barrir, undirhald, handlar og annað.

Hoyr samrøðu við Mariu Samson, við at trýsta á pílin undir myndini.