GRIND
Um áttatíðina fríggjakvøldið var drápið liðugt. 63 hval høvdu løgdu beinini, og var hetta nakað meira enn mett. Seðlarnir komu út klokkan trý leygarnáttina.
Tilsamans var talan um 264 skinn.
Hóast hvalirnir løgdu beinini í Hvalba, so varð býtt til syðru helvt av Suðuroynni. Grindabýtið í Suðuroynni hevur ofta verið havt á mannamunni sum sjáldsama rættvíst, og ikki sørt øðrvísi enn norðanfjørðs.
Drápspartar eru ongir, men býtt verður alt eftir, hvar í oynni mest tørvur er.
Hvalbingar og onnur fingu grind fyri ikki so langari tíð síðani, og tí varð hesaferð býtt til syðru helvt av Suðuroynni, hóast hvalirnir løgdu beinini í norðaru helvt.