Fótbóltssambandið hevur lagt eitt fullfíggjað yvirlit yvir allar leikaraflytingarnar, sum vórðu framdar í julimánað út á heimasíðu sína. Og við at telja kann staðfestast, at 63 flytingar vóru framdar. 57 mans og seks kvinnur skiftu feløg.
Mest umrøddu flytingarnar hava vit hoyrt um: Jákup á Borg frá HB til B36, Rógvi Jacobsen frá Hødd til KÍ og Súni Olsen úr Viborg til B36. So eru eisini aðrar flytingar, ið minni hevur verið at hoyrt um. Millum annað, at gamli HB málverjin Bárður Johannesen hevur flutt sítt loyvi frá EB/Streymi til HB, og at AB málverjin Magnus Poulsen hevur flutt sítt loyvi frá AB til EB/Streym.
Ike til AB
Eisini eru aðrar leikaraflytingar, ið vekja ans. Serliga at Ikechuckwu Onyema – ella bara Ike – sum kom til NSÍ í 2004, hevur skift til AB í summarsteðginum.
Ikechuckwu Onyema kom til NSÍ til seinnu hálvu í kappingarárinum 2004. Tað ljóðaði lovandi tá hann kom, tí maðurin hevði spælt tveir dystir á U21-landsliðnum hjá Nigeria og tveir dystir hjá U23-landsliðnum, har hann eisini hevði gjørt tvey mál. Og tað byrjaði eisini væl, tí í teimum sjey dystunum, Ike spældi í 2004, gjørdi hann fýra mál.
Kappingarárið 2005 spældi hann eisini við NSÍ, men síðani hevur ikki verið nógv at hoyrt til mannin, sum fór av landinum. Spæliloyvið hevur tó allatíðina ligið í NSÍ, men sum skilst hevur Ike spælt nakað av fótbólti í heimlandinum.
Nú er Ike aftur í Føroyum. Stóran part av árinum í ár hevur hann nú vant á Argjum, og nú er spæliloyvið eisini flutt úr Runavík til Argir. Enn vantar tó nakað av pappírsarbeiði – arbeiðsloyvi og annað skilst – áðrenn Ike er tøkur hjá AB.
Av Argjum lata tey bara væl at avrikunum hjá nigeriumanninum undir venjing, og rokna tey við, at hann kann vera eitt fínt íkast til hópin, sum nú hevur vunnið sær fremsta sessin í 1. deild.
Nagy til Ungarn
Eitt annað áhugavert skifti er, at Tamas Nagy er farin aftur til heimlandið. Nagy spældi við B36 fyrru hálvu, men er farin aftur til Ungarn. Spæliloyvið tók maðurin við sær, og tað liggur nú hjá einum felag, ið eitur REAC Sport KFT.
Í Klaksvík hava tey styrkt um álopið við Rógva Jacobsen. Men ein annar maður hevur eisini flutt leikaraloyvið heim í summar. Hesin er Erling Fles, sum eisini spældi ein dyst við KÍ fyri summarsteðgin. Hann lesur annars niðri og er toppskjútti hjá ÍF Føroyum.
Myndatekstur:
Seinast Ike var í Føroyum spældi hann við NSÍ. Nú er leikaraloyvi hansara flutt til AB
Savnsmynd