Seinasta samdøgur vórðu tilsamans 291 nýggir covid-19 tilburðir staðfestir í Noregi. Hetta eru fimm tilburðir færri enn samdøgnið fyri, men 12 tilburðir fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan. Tað veit tíðindastovan NTB at siga.
Tilsamans hava nú 63.553 fólk í Noregi fingið staðfest koronu, harav 568 fólk eru deyð. Seinastu sjey dagarnar eru staðfestir 1.959 nýggir tilburðir, og higartil eru gjørdar tilsamans 3,4 miljónir koronu-royndir.
Týsdagin lógu 94 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og hetta eru tvey færri enn dagin fyri. Av teimum tilsamans 568 deyðu, eru 64,1 prosent 80 ár og eldri, og tilsamans níggju fólk eru deyð í aldursbólkinum yngri enn 50 ár.
Í Noregi verður víst á, at tað kann vera trupult at siga, um fólk eru deyð beinleiðis av - ella við - koronu, og hetta er sami afturvendandi spurningurin í flestu londum, sum gera upp hagtøl yvir gongdina við koronu.