Tann fyrra bumban brast inni á einari matstovu í høvuðsstaðnum Kampala, beint eftir at dómarin hevði bríkslað fyri hálvleiki í Hm-finaluni millum Spania og Niðurlond. Løtu seinni brast ein bumba uttan fyri matstovuna Kyadondo Rugby Club, har fleiri hundrað fólk vóru komin at hyggja eftir finaluni á stórskíggjum.
Ugandisku myndugleikarnir halda, at talan var um tvær sjálvmorðsatsóknir, men teir vita ikki, hvør kann hava skipað fyri atsóknunum.
Sambært tíðindastovuni AP er minst ein amerikanari millum tey deyðu.