Italia hevur seinasta samdøgrið skrásett 651 deyð av koronavirus.
Tað vísa almenn tøl í dag, skrivar tíðindastovan Reuters.
Tað er eitt sindur færri, enn tað vóru skrásett samdøgrið frammanundan. Tá vóru tey 793 í tali. Men tað var higartil hægsta talið, sum er skrásett í nøkrum landi upp á einans eitt samdøgur.
Tilsamans 5.476 sittaðir persónar eru deyðir í Italia, síðani útbrotið byrjaði.
Talið av smittaðum er hækkað til 59.138 frá 53.578, vísa almennu tølini. Tað merkir, at tey hava staðfest 5.560 nýggjar smittutilburðir síðani í gjár.
Dagin fyri var talið av nýggjum smittutilburðum eitt sindur oman fyri 5.600.
Lombardíið, sum er harðast rakti landspartur í Italia, hevur skrásett 369 andlát afturat av koronavirus seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir kelda fyri Reuters.
Harvið eru fleiri 3.450 deyð av koronavirus bara í hesum landspartinum í Norðuritalia.
/ritzau/