Ikki færri enn sjey bøkur til børn og ung koma á hillina, nú Bókadeild Føroya Lærarafelags rundar útgávuárið 2014 av. Talan er um breiða viftu av bókum, og spenna evnini víða.
Talan er um spælibókina, Stella Baggot, sum er ætlað teimum yngstu. Rakel Helmsdal er aftur aktuel við nýggjari skrímslabók – hesa ferð við heitinum Skrímslakiskan. Mumi og stóra skattaveiðan finst nú eisini á føroyskum, og nýggj bók við Herviliga Henry er komin út.
Hin stóri bresturin er heitið á spenningsbók, ið er ætlað børnum um átta ára aldur og eldri. Anton, mær dámar teg, er heitið á bók um Anton, sum dámar væl at spæla fótbólt, og at enda er talan um bókina, Erebos. Hendan er ætlað teimum ungu, og er evni í hesari telduspøl og ta ávirkan, sum tey kunnu hava á okkum.