Tann 18. august í 1945 fóru 57 óvitar í 1. flokk í Klakksvíkar skúla, sum tað tá stavaðist. Teir vóru áhugaðir og spentir eftir at vita, hvat hesin nýggi heimurin ella tilveran á skúlabonki hevði at bjóða – eins og øll onnur, sum fara í skúla á fyrsta sinni.
Jú, væl hevur gingið, og vit kenna fleiri teirra í býarmyndini, Steinmund Klakkstein og Sjúrður Josephsen, sum øll árini sótu lið við lið á sama beinki – Sjúrður var góður at hava, tí hann var væl størri enn eg, segði Steinmund við einum brosi ávegis til Mikladals í morgun.
Líggjas í Bø og Arnstein Niclasen vóru eisini tveir í flokkinum, sum nú høvdu tikið stig til at hittast til eitt 70 ára minni. Tað hevur eydnast at savna 40 fólk til eina hugna- og minningarløtu, sum byrjaði við eini útferð til Mikladals í morgun.
Tó er ikki einans talan um næmingarnar frá 70 árum síðan, men eisini makar teirra, so ferðalagið tilsamans taldi 40.
Onkur er komin úr Danmark og Svøríki fyri at vera við. Øll heilsaðu vinarliga uppá hvønn annan, áðrenn farið var umborð á Sam. Men tað kom fyri, at spurt varð, hvør ert tú? Á ja, og so ein hjartans látur.
Poll Sofus Niclassen, Fróði Lassen, Sam Bjartalíð, Karin Maria Jacobsen, Jógvan á Høvdanum, Grímur Rasmussen og so øll hini fóru glað sum ungir skúlanæmingar umborð á Sam, har skráin fyri dagin annars var henda:
Við bussi til Mikladals, morgunmatur í Innistovu, oman í fjøru at vitja Kópakonuna, spáka runt í bygdini, døgurði, sangur og prát í Innistovu. Tá ið komið varð aftur til Klaksvíkar, varð farið niðan í kirkjukjallaran at síggja meistaraverkið hjá Edward Fuglø, Jesus lív, har Sjúrður Sólstein, sum hevur verið við til at gera tað, greiddi frá.
Jú, nógv var at práta um, um felags minnir og hvar leiðin síðani hevur gingið. Ein góður dagur við nógvum góðum 70 ára minnum.