Hóskvøldið varð fyri seinastu ferð arbeitt í tveimum vaktum á virkinum Kryvjing í Klaksvík, sum virkar alilaks. Avleiðingin var, at 25 fólk vóru søgd upp.
35 fólk eru eftir til arbeiðis á virkinum, men tey verða koyrd heim innan tveir mánaðir, tá ið eingin alilaksur er eftir at taka í Norðoyggjum.
? Tað líður ímóti endanum við alivirkseminum í Norðoyggjum, og innan tveir mánaðir er eingin alilaksur eftir at taka, og tá steðgar kryvjivirkið eisini upp, sigur Heini Gregersen, sum er annar av stjórunum á virkinum.
Tá ið flest fólk arbeiddu á Kryvjing, vóru tey 70 í tali, men øll hesi arbeiðspláss verða burtur innan tveir mánaðir.
Virkið fyri 50 milliónir
Tað var í november mánaði í 2003, at Kryvjing tók ímóti fyrstu nøgdini av alilaksi, og síðani hevur nógv arbeiðið verið á virkinum. Upp í 70 fólk hava arbeitt í tveimum vaktum, men seinastu tíðina hava tey verið um 60 í tali, og nú eru 35 eftir.
Kryvjing er nýtt og framkomið virki, sum kostaði umleið 50 milliónir krónur at byggja. Tað stendur á vestara kaiøkinum í Klaksvík.
Tað vóru Faroe Salmon og East Salmon, sum tóku seg saman um at byggja virkið, og tey eiga tað. Hesi bæði feløgini hava staðið fyri meginpartinum av alivirkseminum í Norðoyggjum, men nú er lítið virksemið eftir.
Faroe Salmon hevur tikið allan fiskin hjá sær, og East Salmon hevur nakað av fingið gangandi í ringunum í Árnafirði, men hesin fiskurin verður nú tikin sum tann seinasti í Norðoyggjum.
Heini Gregersen umboðar Faroe Salmon sum stjóri í Kryvjing, meðan Grímur Rasmussen umboðar East Salmon sum stjóri. Í løtuni er tað Grímur Rasmussen, sum ger av, hvussu stór ferð er á tøkuni av tí seinasta alilaksinum.
Stór óvissa um alingina
Heini Gregersen veit einki at siga, hvussu tað verður við alivirkseminum í Norðoyggjum frameftir.
? Bæði Faroe Salmon og East Salmon eiga smolt at seta út, men tað er trupult at fáa fígging til virksemið. Eginpeningurin í Faroe Salmon er burtur, og peningastovnarnir krevja nýggjan eginpening fyri at fíggja virksemið. Men tað er sera trupult at skaffa nýggjan eginpening, og í løtuni vita vit ikki, um tað fer at bera til at fáa gongd í alingina aftur, sigur Heini Gregersen.
? Um ikki onkur kapitalsterkur íleggjari kemur upp í, so verður tað trupult at fáa gongd á aftur. Eg trúgvi, at tað ber til at ala laks í Føroyum, men pengarnir gera av, um vit kunnu seta fisk útaftur, sigur hann.
Einki at kappast um
Framtíðin hjá tí framkomna kryvjivirkinum er eisini óviss, tí um tað ikki er nakar alilaksur at taka hjá teimum báðum feløgunum, sum hava havt tað mesta alivirksemið í Norðoyggjum, so er eingin rávøra til virkið.
? Tað er ein yvirkapasitetur á virkjunum í landinum, og tað er so lítið at fara eftir. Tí hevur Kryvjing ongan fisk at virka, tá ið tann seinasti laksurin er tikin í Norðoyggjum sigur Heini Gregersen.
? Kryvjivirkið hevur annars riggað væl. Tað hevur givið okkum eina betri og bíligari kryvjing, sigur hann.
Men innan tveir mánaðir er eingin alilaksur eftir at taka, og tað steðgar virkið við sínum virksemi og 70 arbeiðspláss eru rokin.