Leygardagin 2. januar fylti Frits Jacobsen, fyrrverandi múrarameistari í Sørvági, 70 ár.
Frits var fyrstur at taka sveinaroynd sum múrari í Føroyum. Hetta var í 1951. Hann hevði staðið í læru í eitt ár í Danmark og hjá Petur Mikkelsen í Havn.
Frits hevur sum múrari arbeitt víða um í Føroyum. Nevnast kann, at hann var við at byggja fyrsta SEV-verkið í Vestmanna, hann luttók í arbeiðinum at byggja Loranstøðina á Eiði, Klaksvíkar Sjómansheim, og hann stóð fyri múraraarbeiðinum, tá Vesturkirkjan í Havn varð bygd.
Umframt starv sum múrarameistari hevur hann eisini átt og rikið sementstoypivirkir bæði í Sørvági og í Havn. Eitt skifti, seinast í sekstiárunum, arbeiddi hann fyri sløkki- og bjargingartænasturnar á flogvøllunum í Thule og Syðra Streymfirði í Grønlandi.
Frits hevur stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum og hevur í mong ár verið fakliga virkin sum nevndarlimur í Vága Handverksmeistarafelag. Hann er eisini politiskt virkin javnaðarmaður og hevur í hesum sambandi verið nevndarlimur í Vága Javnaðarfelag, sum hann eisini var við til at stovna.
Frits er giftur við javngomlu Hallgerð, sum er ættað úr Miðvági og sum eisini fyllir 70 ár í ár, tann 10. apríl. Tey eiga átta børn.
Vit ynskja tykkum tillukku og mong góð ár framyvir.
Frændir