700 næmingar í 1. flokk

Í gjár byrjaðu skúlarnir aftur kring landið. Íalt fóru 696 næmingar í skúla á fyrsta sinni.

Flestu næmingarnir fara í Hoyvíkar skúla, har ikki færri enn 51 næmingar skulu í 1. flokk. Næstur hesum skúla koma síðani hinir báðir stóru skúlarnir í Havn - Venjingarskúlan og Sankta Frans skúli - har 48 næmingar skulu í skúlan á fyrsta sinni. 40 næmingar fara í Eysturskúlan.
Í Runavík er eisini eitt stórt tal av næmingum, sum skulu í 1. flokk. Har byrja ikki færri enn 43 næmingar í 1. flokki, meðan 74 næmingar fara í teir báðar skúlarnar í Klaksvík  Skúlan við Ósánna og skúlan á Ziskatrøð.
Eysturskúlin er størsti skúlin í landinum við íalt 603 næmingum. Í hølunum á honum kemur Kommunuskúlin við 9 færri næmingum.