Tá »Prestland«, verksmiðjutrolarin hjá Vága Trolarafelag í Miðvági, var inni seinasta, hevði hann 480 tons av heilfrystum gulllaksi, sum helst verða seld til Egyptalands, og áðrenn farið var aftur nýggjan túr, varð flakalinja sett umborð, eftiransingarbond, farsmaskina og pakkiskipan, ein íløga sum kostaði knappa millión krónur.
25 kilo pakkar
Ætlanin er at framleiða fars bæði úr gulllaksi og svartkjafti. Fiskurin verður fyrst skorin til flak, fløkini verða reinsað fyri blóð og royggj, fara í farsmaskinuna, so fryst í 12,5 kilo blokkar og at endað 2 blokkar pakkaðir í eskju, tvs. 25 kilo í hvørjari eskju.
Frá reiðarínum verður sagt, at seld eru 700 tons av gulllaksafarsi til Noregs, og spennandi verður tí at vita, hvussu fer at hepnast hjá trolaranum at fáa hesa nøgd.
Umframt at framleiða fars, er framleiðslulinja umborð til heilfrystan fisk, so í tann mun frystiorka verður til avlops og veiðinøgd, verður eisini framleitt nakað av heilfrystum fiski, verður sagt.
16-18 kr. kilo
Framleiðsluorkan hjá farslinjuni er upp móti 20 tonsum um døgnið av lidnum farsi, og roknað verður við eini úrtøku úr runda fiskinum um 35-40 prosent. Farsprísurin liggur um 16-18 kr. kilo.
Í løtuni roynir »Prestland« á Ytrabanka, men annars er svartkjafturin at fáa rættiliga víða. 24 mans er við henda túrin.