Summar Festivalurin byrjaði við einum braki hóskvøldið, og fyrireikararnir rokna við nógvum fólki bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið Summar Festivalurin fekk eina sera góða byrjan hóskvøldið. Veðrið var av tí besta, og umleið 7.000 fólk vóru á festivalinum hetta fyrsta kvøldið.
- Hetta var ein framúr góð byrjan. Vit eru næstan ovfarin av stóru undirtøkuni, og vit fegnast um, at alt gekk upp á stás. Tað vóru fleiri frálíkar framførslur, tøknin riggaði væl, veðrið var gott, og fólk í øllum aldri hugnaðu sær á festivaløkinum, sigur Steintór Rasmussen, fyrireikari.
- Vit hava nógv spennandi eftir á skránni, og tað kann væl hugsast, at undirtøkan verður enn størri næstu kvøldini, sigur hann.
Høvuðsnavnið hóskvøldið var Smokie, og teir høvdu eina rimmar konsert á Vágsbøi.
- Eg skal verða púra erligur. Hetta er tann besta konsertin, sum eg nakrantíð havi spælt við Smokie, segði Mike Craft, sum hevur verið sangari í Smokie seinastu 13 árini, eftir konsertina á Summar Festivalinum.
Summar Festivalurin heldur fram fríggjakvøldið og leygardagin. Fríggjakvøldið fara nøvn sum Melanie C, Páll Finnur Páll, Faroe 5 og Hanus G. Johansen at spæla.