Sambært yvirliti, sum Føroya Náttúrugripasavn hevur sent fjølmiðlunum, løgdu tilsamans 726 hval beinini í fjør.
Fyrsta grindin legði beinini í Vestmanna hin 9. februar í fjør, og tá doyðu 41 hval.
Størsta grindin legði beinini í Gøtu hin 28. mai, tá 204 hval doyðu.
Tilsamans níggju grindir løgdu beinini í fjør. Tær flestu vóru lutfalsliga smáar, men hin 13. november í fjør legði ein grind beinini í Funningsfirði, sum taldi 169 hval.
Tað vóru bara grindin í Vestmanna og grindin í Funningsfirði, sum vóru størri enn 100 hval.
Føroya Náttúrugripasavn sigur, at eingir springarar løgdu beinini í Føroyum í 2011.