75% av øllum leiðarum í Føroyum eru menn

Bara seks prosent av leiðarunum við teimum góðu lønunum, eru kvinnur

Nógv flestu leiðarar í Føroyum eru menn og teir hava fleiri ferðir hægri inntøku enn kvinnur.

Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt við støði í fólkateljingini.

 

Uppgerðin vísir, av øllum leiðarum á arbeiðsplássunum í Føroyum, eru meir enn tríggir fjórðingar menn.

 

Men verður hugt eftir inntøkunii, er munurin á kynunum enn grefligari, tí av teimum 1731 leiðarunum, ið hava meir enn 300.000 krónur í tøkari inntøku um árið, eru bara 108 kvinnur, ella 6 prosent, kvinnur.

 

Í fólkateljingini vórðu fólk spurd, um tey vóru leiðarar fyri onnur á arbeiðsplássi teirra.

Í hesum føri er ein leiðari, ein, sum hevur leiðslurætt og ræðisrætt yvir, hvussu starvsfólk skulu brúka sína tíð og hvat tey skulu gera á arbeiðsplassinum.  

Og her er bara talan um fólk ímillum 30 og 64 ár, tí bæði í teim yngstu, og teim elstu aldursbólkunum, eru minni sannlíkindi fyri, at fólk hava eina leiðarastøðu, so tað hevði órógvað myndina at talt tey uppí.

 

Á talvuni sæst, hvussu stórur munur er ímillum menn og kvinnur, tá tað snýr seg um, hvussu nógv eru leiðarar í ymisku inntøkubólkunum.

 

Eisini í teim lægstu inntøkubólkunum eru mannligu leiðararnir í stórari yvirvág. Verður hugt eftir teimum leiðarum, sum hava undir 300.000 í tøkari ikkitøku, eru tað meir enn tvær ferðir so nógvir mannligir sum kvinnuligir leiðarar.

 

Og verður hugt eftir inntøkubólkunum omanfyri 300.000 krónur, eru tað so at siga bara mannligir leiðarar

- Av teimum 1731 leiðarunum í hesum inntøkubólkunum eru tað bara 108, svarandi til 6 prosent, ið eru kvinnur, sigur Hagstovan.