78 handtiknir í stórari atsókn móti smuglararingi

Europol og løgreglur í fleiri evropeiskum londum hava framt eina stóra atsókn móti einum av størstu smuglararingunum í vestara partinum av Miðjarðarhavinum. Til samans eru 78 fólk handtikin.

Spanska løgreglan hevur staðið á odda fyri kanningini, sum hevur ført til, at 78 fólk eru handtikin í einari stórari atsókn móti einum altjóða smuglararingi. (Savnsmynd: Violeta Santos Moura/Reuters)

Tað upplýsir Europol í einum tíðindaskrivi.

 

Sambært Europol hevur netverkið smuglað hassj, syntetisk rúsevni, vápn, migrantar og fólk, sum flýddu undan løgregluni. Harumframt verður ringurin settur í samband við fleiri onnur lógarbrot, millum annað rán, avpressing, frælsisrán og hvítvasking av pengum.

 

Spanska løgreglan hevur staðið á odda fyri kanningini við hjálp frá fronsku og portugisisku løgregluni og pólsku marknaverjuni.

 

Sambært AFP hevur ringurin staðið aftan fyri í minsta lagi 64 smuglingarferðir við migrantum, har meira enn 2.000 fólk eru flutt til Spania.

 

Løgreglan sigur, at ferðirnar vóru sera vandamiklar. Fólkini sótu trongt í skjóttgangandi bátum, sum sigldu í ringum veðri, og í summum førum vóru ferðafólk bundin saman fyri at forða teimum í at detta fyri borð.

 

Smuglararnir ráddu sambært Europol yvir ein heilum flota av skjóttgangandi bátum, millum annað sokallaðum "spøkilsisspeedbátum", sum eru bannaðir í Spania vegna stóru motormegina og drúgvu siglingarlongdina. Løgreglan hevur lagt hald á 18 slík før.

 

Bátarnir vórðu brúktir til at flyta rúsevni og migrantar á altjóða sjógvi nær við sponsku strondina.

 

Flestu av teimum handtiknu hava algirskan uppruna og hava sambond við brotsmannabólkar í Fraklandi, Belgia, Portugal, Italia og Póllandi.

 

Tey hava havt ymiskar leiklutir í netverkinum, eitt nú sum skiparar, vaktarfólk, samskiparar og rekrutterarar.

 

Pengarnir frá virkseminum vórðu sambært Europol hvítvaskaðir gjøgnum eina sokallaða hawala-skipan, har pengar verða fluttir uttan vanligar bankaflytingar við hjálp frá einum neti av óformligum umboðum kring heimin.

 

Spanska løgreglan hevur staðið á odda fyri kanningini, sum hevur ført til, at 78 fólk eru handtikin í einari stórari atsókn móti einum altjóða smuglararingi. (Savnsmynd: Violeta Santos Moura/Reuters)