78 tilburðir við koronu í gjár

Í gjár vóru 78 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Landslæknin hevur verið í samband við allar smittaðar persónar.

 

2552 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 290 smittað í Føroyum.

 

1615 fólk hava nú havt smittuna í Føroyum, 1323 teirra eru frísk aftur.