79 ára gamal vestmenningur avreitt átta hemarar

79 ára gamli vestmenningurin Agnar Nielsen rør einsamallur eftir hemara Vestmenningurin Agnar Nielsen avreiddi í gjár átta stórar hemarar til Landingarmiðstøðina í Sørvági. Tað skrivar heimasíðan hjá Jóanisi Nielsen.

Teir átta hemararnar hevði hann fingið eftir trimum døgum. Týsdagin fekk hann ein, mikudagin tríggjar og í gjár fýra.

Agnar Nielsen, sum er 79 ára gamal, hevur roynt vestur úr Barðinum, og hann skuldi aftur til útrógvar í dag.