8 bóltar ov stuttir

Føroyingarnir í Holte eru ikki við, tá endaspælið í donsku elitudeildini skal spælast

flogbóltur

Tað var so nær við, sum tað kundi verða, men tað gekk akkurát ikki hjá Holte at sleppa upp í part í danska endaspælinum.
Fýra lið vóru í hørðum stríði um teir báðar seinastu sessirnar í endaspælinum, og á heimavølli dystaðist Holte við Lyngby, sum var eitt av hesum liðum. Tann dystin vann Holte trygt, 3-0, men tað í sjálvum sær var ikki nóg mikið. Skuldu teir vera vísir í at koma víðari, skuldi Middelfart vinna við í minsta lagi 3-1 á Gentofte, og tann fortreytin helt ikki. Dysturin endaði 3-2 til Middelfart, og tá tað síðina var farið undir at telja bóltar, stóð greitt, at teir í Holte vóru 8 bóltar ov stuttir.
Sostatt skal Holte eftir nýggjar spæla í elitu-kval røðini, har liðini dystast um rættin at vera við aftur í fremstu røð komandi ár.