Løgreglan: - Tað er gott skil í hjá bátasiglarum

- Vit hava havt politibátin í Hósvík. Hann er eisini har í morgun, og her er einki mál skrivað, sigur løgreglan

 

Tað hevur sum heild verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið.

 

- Vit hava verið til steðar á regattatiltakinum í Hósvík. Her var nakað av fólki, men stak friðarligt.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tey eisini hava havt politibátin í Hósvík.

 

- Báturin er eisini har norðuri í morgun, nú væntandi er, at bátarnir skjótt fara at loysa.

 

Tað er vanligt, at fleiri bátar loysa í Hósvík um middagin í dag og halda leiðina fram til Nólsoyar á ovastevnu.

 

Men, her hevur einki verið at sett fingurin á, og einki mál er skrivað, visti vaktleiðarin at siga í morgun.

 

- Vit halda, at tað er gott skil í, bæði hjá teimum sum fyriskipa og sigla, sigur løgreglan.

 

Lesið eisini - 

 

So er ovastevna aftur í Nólsoy https://www.in.fo/news-detail/so-er-ovastevna-aftur-i-nolsoy