8. og seinasti partur hjá Andrias í Tarti: Húsingin uppi á landi

Nú eru vit komin til seinasta part av lívs­søguni hjá Andrias í Tarti. Hann byrjar við at greiða meira frá hús­ingini á landi, sum eisini var munandi øðrvísi enn í dag. Seinast greiddi hann frá, tá hann sigldi við ”Álaker”. Nú heldur hann áfram við at greiða frá sínum lívi sum fiskimaður aftaná ”Ála­ker”. Hann fer at rógva út og gerst egningar­formaður á landi. Sjónum sleppur hann ikki heilt fyrr enn í 1991, tá hann gongur á 85. ári!

Sum rímiligt er høvdu skipsmenn eisini eitt lív á landi, og her var tað ikki minsta arbeiðið, sum skuldi gerast. Peningurin var lítil, og tað ráddi um at fáa so nógv burtur úr tí, sum kundi lætta um húsarhaldið.

Arvurin
Eitt dømi um hetta er, at undir fyrra kríggi arvaðu mamma og pápi 80 krónur. Hetta bar soleiðis til: Ein gomul genta hevði sett nakrar dálar inn í Sparikassan, tá hann var stovnaður. Um lýst var í Dimmalætting eftir avvarandi hjá henni, ella hvussu hetta kom út, er óvist, men tað var Petur Kristian Joensen við Gjógv, trímenningur mín, sum hevði víst á foreldur míni og sagt, at bæði vóru í ætt við hana, ið átti sparikassabókina. Sum rímiligt er, kom hetta væl við hjá okkum, og tað mundi Petur Kristian eisini vita.
Stríðið at fáa gerði
Sum eg havi nevnt fyrr, áttu vit onga jørð sjálvi. Seinast í 20-ununum vóru tað fleiri, sum ikki áttu nakra trøð, og var pápi ein teirra. Nú biðja vit um at fáa eitt gerði innanfyri Garðar. Men hetta var ikki sum at siga tað, tí gerðini máttu fáast frá øðrum, helst bóndur, sum høvdu jørðina um hendur. Vit máttu hava sakførarar fyri okkum, og tað kostaði 180 kr. fyri hvørt av teimum níggju gerðunum. Vit fingu tey tá til endan.
Eg minnist ikki, um tað var lutakast sum gjørdi, hvat gerði hvør skuldi hava, men eg fekk tað ringasta av øllum, vit sum einki áttu frammanundan! Okkara gerði kallast inni á Rættargjógv. Tað var eisini ov lítið. Tað skuldi vera 10.165 fermetrar, men tað var ikki meira enn 9.000, tí ein geiri av vegi fór burturav.
Vit velta nú tað fyrsta árið niðanfyri vegin, sum gekk gjøgnum gerðið. Vit veltu alt í einum, og eg minnist, at tað fóru tríggjar tunnur niður í. Tástani fekk eg at vita, hvat tað var at eiga eplir. Veltan var 900 fermetur, og tað var grunt. Pápi saksaði og setti eplini niður. Taðingin fyrsta árið, sum var eftir vártíð, var at skera tara. Vit skóru á stórari fjøru, tá tarin kom undan. Tað var so forferdiliga nógvur tari. Vit førdu hann við báti inn á Rættargjógv, løgdu at á Veðurlambshellu og bóru so taran niðan, men tað var tó stutt at bera.
Vit fingu í miðal øll árini eini fimm fold. Eg minnist nakrar teigar, har vit fingu sjey fold burturúr. Her er ikki so góður sólargangur, sólin fer so tíðliga burtur.
Pápi hevði tað mestu æruna av, at so frægt kom burtur úr, og so vóru vit tríggir og viðhvørt fýra brøður, sum hjálptu honum. Vit veltu nógv og komu næstan niðan undir hegnið.
Vit fingu 24 tunnur upp aftur av seks tunnum, sum var fýra fold. Vanliga var tað gott, tá tað vóru fimm fold. Mamma plagdi at kóka eina heila spann av eplum hvørja ferð, tí tað var til kríatúrini eisini, tey livdu eisini av tí. Vit høvdu nokk av eplum, tað var so deiligt.

Setepli
Onkur søga er um, hvussu nógv kundi fáast burtur úr einum setepli. Umleið 1930 hevði Harald Gaard fingið hendur á einum hollendskum setepli. Tað hevði so nógvar munnar (spírar), so hann skar tað nógvar ferðir sundur, áðrenn hann setti tað niður. Hann fekk 180 epli upp aftur. Eg meini, at Jóan Pauli Thomsen, handilsmaðurin, hevði sett tað í bløðini. Dóttir Harald er granni hjá okkum, hon gongur á 80. ári, og hon minnist til tað.

Hoyggjaði í kava fyri triðing
Her er eitt annað dømi um, hvussu vit royndu at húsast. Vit koma heim úr Íslandi fyrst í oktober eitt ár fyrst í 30-unum. Har stóð nógv gras ósligið. Ein part av hesum átti Klæmint Klein, sum hevði eina mørk av Stórustovufestinum. Hann hevði kúgv, og hann hevði ta jørðina inni við Garðamørk omanfyri Rinkusteinar. Tað var so nógv útliðið, og nú fara vit at hoyggja fyri triðing, t.v.s. at vit fingu ein triðing av hoynum, sum vit fingu til sættis. Eg minnist, at tá vit høvdu fingið tað saman til sátubørn, kom kavi, og sátubørnini kavaðu partvís undir. Vit funnu uppá at bera hoyggið á neystaloftið. So gjørdu vit snórar, hongdu grasið uppá teir og turkaðu tað inni. So væl eydnaðist hetta, at vit keyptu fýra veðragjólingar hetta árið. Vit bestiltu fýra sekkir av mais til ískoytisfóður. Teir kostaðu 10 kr. sekkurin. Tá kundi ein bestilla mjøl og sukur og mais frá eini heilsølu niðri.
Veðragjólingarnir fingu ein sekk í part, og hoyggið var bara til jótur. Teir vóru í góðum standi, tá teir fóru út um várið. Tá høvdu vit ikki nógv pláss til seyð. Vit høvdu bert pláss til ein seyð í kjallaranum í Tarti. Tríggir stóðu niðri í neystinum frammanfyri bátin. Pápi passaði teir væl og bar teimum eisini vatn bæði morgun og kvøld. Tá tað kemur út á heystið, sigur Dánjal á Bakka, hann var røktingarmaður í Vaðhorni, at hann væntaði ikki tann eina av gjólingunum fara at koma fram á heystið. Hann var undan eini ær, sum hevði lyndi at klintra. Tað er soleiðis, at tá hevur lambið tað eisini! Tað varð eisini, sum hann segði. Hesin veðrur datt oman, og hann var tann besti av teimum. Men vit fingu so tríggjar, og tað kom eisini væl við.

Torvskurður og høsnarungar
Eg skar torv í Jarðadali. Eg var fýra dagar um arbeiðið, og eg var so móður hvønn dagin. Eg skar ársbrenni av torvi, og eg meini, at eg var einsamallur sum skar torv í Jarðadali tað árið. Tað varð so ringur terri at byrja við. Tað kom frost, og nógv torv frysti, men tað frysti kortini ikki hjá okkum. Tað var gott torv. Konan arbeiddi einsamøll torvið, tá børnini vóru smá, men torvið kom alt til høldar.
Eg hevði eisini velt so mikið nógv og gjørt klárt at seta niður. Eg hevði koyrt tøð í radini, so tað var bert at seta eplini niður og at stinga hol fyri hvørt epli við eini sneis. Soleiðis plagdi eg at gera, áðrenn eg fór burtur. Har settu vit nógv eplir niður.
Konan hevði bestilt høsnar­ungar úr Havn frá Jens Reinert. Eg haldi, at vit fingu seks hønur og ein hana. Sum tær vurpu! Eg gjørdi eitt høsnarhús, har tær kundu vera inni. Tær sluppu ikki út, tá kalt var. Hønan tolir ikki at verða køld um beinini. Tær vurpu til langt út á veturin, og tær vurpu væl, og konan avreiddi egg fyri fóður.
So fór hon at hoyggja í gerði­­­num, og tað bar hon heim á neysta­­loftið at byrja við. Tá var einki hús har inni. So lat hon hoyggj fyri mjólk til Poulinu, konu Kristian Gaard, sum hevði ov lítið av hoyggj. Soleiðis gekk tað, og vit kláraðu tað.
Ófør kúgv
Vit høvdu veðrar at begynna við, men tá vit høvdu dyrkað nakað væl, fingu vit okkum kúgv. Eg haldi, at hon var úr Norðradali frá einum sum æt Simonsen. Hann hevði sett hana í bløðini. Hetta var ein kvíga, sum var kviðin. Tað var eitt vælsignað kríatúr. Hon mjólkaði so góða mjólk, men kom tó ongantíð uppum 12 litur. Men hon mjólkaði inn í mánaðin, tá hon skuldi kálva, meðan kýr vanliga vóru sleptar longur enn tað. Men hetta var nóg mikið fyri okkum. Á denn fløti, sum kom omanav mjólkini! Konan gjørdi nógv smør tá, tað var deiligt. Vit høvdu eisini gott pláss.
Tað vanliga var at hava kúgv í kjallaranum, men vit høvdu eitt fjós undir hjallinum
Sjálvbrynnarin var hentur
Vit vóru annars tey fyrstu í Oynd­arfirði sum høvdu sjálvbrynnara. Tað var stuttligt at kunna sita í køkinum og hoyra kúnna fáa sær vatn, meðan vit fyrr máttu fylla spannir at seta fyri hana. Vit høvdu hesa kúnna í sjey ár. Hon var geldkúgv tá, og vit seldu hana til jarðamóðrina í Fuglafirði. Ein kvígukálv seldu vit til Elduvíkar. Hesin kálvurin gjørdist ein ógvu­liga góð kúgv. Vit fóru so at fáa okkum veðrar, og tað høvdu vit í nógv ár.
Eg minnist fyrsta lambið, vit keyptu at hava inni í gerðinum. Hetta var eitt lamb sum var stakt, tá tey býttu norðuri í Fjallinum. Tað var eitt lítið heystlamb, eitt gimburlamb. Kortini varð tað kvið­ið og lembdi sum gimbra. Sum hon bleiv ein góð ær. Hon átti lamb á hvørjum ári, og góð vóru tey eisini. Tá hon var 9-10 ára gomul, lembdi hon ikki aftur og varð tikin. Eg minnist ikki, um tað vóru 20 ella 30 merkur av tálg í henni, og krovið vigaði 50 pund. Ein veldig ær.

Veðrar
Hetta árið hevði eg tríggjar veðrar í gerðinum. Ein av teimum hevði eg fingið frá Poul Martini, bátasmiðinum, sum hevði garðin í Tarti. Eg minnist, at tað lambið vigaði 30 pund í lívi, so tað hevur ikki verið meira enn 12-13 pund sum krov. Tað hevði sikkurt bendilorm. Eg gav tí medisin, og tað kom at viga 39 pund tað heystið, og tað var nógv tálg í tí. Tað var óført.
So hevði eg tveir aðrar veðrar, ið eg sum heystlomb keypti frá Jógvan bónda. Teir vóru eisini ógvuliga góðir. Tað er tað besta, vit hava fingið í gerðinum, tað var tann geldærin, og teir tríggir veðrarnir, sum í hvussu er vigaðu yvir 50 pund.
Tá vit fingu elektrisitet
Tað var áðrenn elektrisitetið kom í 1955. Vit høvdu petroleumlampu, og tær báðar døturnar Bjarnhild og Amy, sum vóru smágentur, svóvu í einari song í sunnara kam­ari. Eg havi altíð verið nervøsur fyri eldi, og var tað eisini tá. Tær báðar høvdu eina 8 linjurs lampu av teimum grønu. Eg hevði verið og skrúvað niður, áðrenn eg fór í song. Vit bæði, eg og Malfryd, svóvu í einum øðrum kamari. Mitt um náttina kemur tann eldra gentan við lampuni í hondini og vakir okkum, tí hon er sløknað. Eingin nekari var so svartur, sum tær vóru. Tað var eitt undur, at tær skuldu vera vaknaðar. Síðan var farið upp at koyra hurðar og vindeygu upp og so at vaska. Hetta hevur hurtað undir hjá okkum at fáa el innlagt. Árið eftir fari eg at forhandla um at fáa elektrisitetið inn. Tummas Anthoniussen, sonur Poul Martin, hevði verið og lært hjá Leif Mohr og hevði arbeitt hjá honum. Eg eri so seinur aftur hetta kvøldið. Tá eg komi niðan, tað er um midnáttina, er myrkt inni. Eg hugsi ikki meira um tað. Men morgunin eftir frætti eg frá Ásmund Petersen, nábúgvi her, at hann hevði verið inni og sløkt lyktina, tí hann hevði sæð, at hon logaði uppundir gólvið. Hetta var ein stormking til at pumpa.
Loftið hekk fult av sildagørnum frá ”Álaker”, so her kundi lættliga fest í. Har vórðu vit aftur spard. Tað var forundarligt.
Nú fari eg aftur at greiða frá mínum sjólívi. Í seinasta partinum var eg komin til tíðina við ”Álaker”.

”Víkingur”
Tá vit koma fram til 1960-ini er tað, at línubátatíðin byrjar, og p/f Álaker letur byggja ”Víking” á Tórshavnar Skipasmiðju í 1962. Hetta var eitt nógv meira nútímans skip enn ”Álaker”, men tað var stævið, sum við línuskipum tá í tíðini.
Eg var øll árini við John, írokn­að tvey ár við ”Víkingi”. Hetta línubátalívið hættaði eg mær ikki longur. So ymiskt er tað við fiskieydnu, at við ”Víkingi” lá als ikki eins væl fyri hjá John sum við ”Álaker”. Tað varð eisini rættiliga skjótt, at ”Víkingur” varð seldur av landinum. Fyrst var hann tó vaktarskip, og sigldi í 1964 tann søguliga túrin fram við fiskimarkinum við sjálvum fiskimálaráðharranum Erlendir Patursson. Jákup Martin, beiggi John, var við tá.

Við ”Hvítubjørn”
So fór eg við ”Hvítubjørn”, sum Kjartan Mohr eisini átti. Tað var í 1954, at Kjartan keypti ”Godthaab” frá Kongaliga Grøn­lendska handlinum. Ætlanin var at kalla hana ”Polarbjørn”, men Jens Pauli í Dali bað Kjartan kalla hana Hvítabjørn, tí vit hava jú orðatakið ”Sterk sum hvítabjørnin”.
”Hvítabjørn” var bygd í Noregi í 1898 sum bramseglsskonnart til íshavssigling, og grøn­lands­handilin hevði brúkt hana til ferðamanna- og farmasigling og eisini til kanningarferðir í Eysturgrønlandi. ”Hvítabjørn” hevði dampmaskinu, tá hon kom, og fyrsta árið var hon á sild, men tað gekk illa. Síðan lá hon til 1958, tá farið var til Grønlands at rógva út við bátum, og hendan fiskiskapin var hon í til 1974.
Tað vóru fýra grønlendingar við hendan túrin eg var við, og vit høvdu fýra bátar. Ein av teimum var ein seksæringur, sum kallaðist ”Gullborg”. Tað var ein skúvoyingur sum átti hann, Grettir Valdimarsson. Tann báturin tók nógv. Eg haldi, at ein bátur kallaðist ”Føroyingurin”. Eitt áttamannfar kallaðist ”Úlvurin”. Tað var ein skúvoyingur, sum dreiv hann, Hans Johannes Hendriksen. Vit royndu á Kappaleiðini, men eisini í Gretufjørðinum, har vit byrjaðu. Vit fóru so suður á Kappan, og eg minnist væl, at teir keyptu hesi radioapparatini í Føroyingahavnini, sum teir kundu peila við. Hetta høvdu allir bátarnir, og hetta var sera gott. Eg minnist 2.bestimannin, Absalon Jensen á Strondum. Hann peilaði seg fram við hesum apparatinum, tá vit fóru á Kappan. Teir brúktu tað eisini, tá mjørki var. Tá tann fyrsti báturin kom inn, peilaði hann hinar bátarnar.
Vit komu einaferð soleiðis fyri, tá vit lógu í Kookoyggjunum, at ein bátur fann ikki inn aftur til skipið. Tá fór maskinmeistarin við einum báti við hesum apparatinum at peila. Hann kom so til bátin og loðsaði hann inn.
Nú er tað ein sunnudagur, vit liggja í Kookoyggjunum, og nú vildu grønlendingarnir sleppa inn í Godthaab, tí tað var so stutt at stima. Jú, skiparin lænir teimum ein bát, og tað var tann ringasti báturin sum var. Hann var kanska eitt áttamannafar.
Teir fóru so við tí bátinum og skuldu vera aftur sunnudagin. Nú er mánamorgun, og eingir menn koma aftur. Tískil mátti eg fara við einum av bátunum, og tað var eisini rokfiskarí. Tað stóð ikki á at draga við snelluni.
John Erling, sonurin, var við ”Gullborg”, 14 ára gamal, og hetta var hansara fyrsti túrur til skips. Tað var so nógvur fiskur. Vit fingu fullan seksæring úr stevni í stevn. Skott var sett, so fiskurin ikki skuldi koma í maskinrúmið. Tá var John Erling móður, ”harra gud ikki”. Eg fór við tí bátinum. Skipari var Poul Johannes av Strondum. Bestimenn vóru Absalon Jensen og Petur Klein.
Sum ofta er komu eisini konufólk umborð, og einaferð leyp ein genta á sjógv. Tað var so heldugt, at vaktarskipið á inni, so teir fingu bjargað henni.
Vit róðu út við bátum á Kapp­anum. Hetta gjørdist ein drúgvur men góður túrur. Hann vardi í seks mánaðir, og vit komu heim í oktober. Eg fekk kr. 6.500 fyri tann túrin, og var hetta gott tá.
Tað fingust 140 sterling pund fyri tonsið av saltfiski. Tá lá eitt pund um 20 kr, og prísirnir hækkaðu nógv júst hesa tíðina.

1963. Til Íslands at arbeiða
Í 1963 fór eg til Íslands at arbeiða á einum flakavirki á Hafnarfjørðinum. Vit vóru 5 mans. Tað vóru umframt meg sjálvan tríggir strandingar og ein kollfirðingur. Strandingarnir vóru Jógvan á Forunum, Kaj og Henry Frederiksberg, sum druknaði við ”Stathav” í Hólmasundi.
Teir kastaði nót eftir fiski, og var hetta eitt tað síðsta árið, hetta var gjørt. Nógvir fóru á heysin, tí teir fingu so lítið av fiski. Tað var so forferdiligt, sum fiskurin var stórur. Hóast eg havi roynt so nógv á Suðurlandinum, minnist eg ikki fisk í hesi støddini. Vit fóru at viga ein fisk, og hann vigaði 80 pund, og rognini vigaðu 12 pund.
Nú skal fiskurin avhøvdast, men tað blívur so tungt at arbeiða. Teir mugu rigga transportband til fyri at lætta um. Tá fer fiskurin eftir bandinum og kemur niður á eina hill. Maðurin, sum avhøvdaði, mátti leggja knívin frá sær og taka báðar hendur fyri at taka fiskin at avhøvda hann. So stórur vóru toskarnir.
Jógvan Poulsen á Strondum var ein grúiliga raskur maður. Hann var ein royndur fiskimaður og beint frammandan hevði hann siglt við ”Knørri”, ein slupp á Strondum. Jógvan tók ryggin úr, tá flakt varð, og tað skuldi eisini sterkur maður til hetta. Hann var ein óføra raskur maður. Vit lakasaltaðu fiskin. Teir høvdu gjørt sovorðnar tættar trækassar, har fiskurin varð lakasaltaður.
Nú er tað ein føroyingur, sum er formaður fyri ein bát í Keflavík, og honum manglar ein flekjara. Eg varð so settur at taka ryggin úr saman við einum íslendingi, sum eingin vildi arbeiða saman við. Mannagongdin við fleking er jú, at ein maður sprettir fiskin oman í stertin, meðan ein annar tekur ryggin úr. Men hesin vildi bara kappast og køva hin. Hann spretti so tunt og harvið skjótt, og hetta gjørdi, at tað var truplari enn neyðugt hjá makkaranum at taka ryggin úr. Hetta kláraði eg ikki, og eg var so bara tann dagin. Ein annan dag koma teir aftur at biðja um ein mann, og tá var tað, at Jógvan fór. Hann kláraði hetta sum einki at arbeiða undan hinum, og tað dámdi íslendingunum væl.
Nú kemur tað út á várið, og fiskurin skal pakkast. Fiskurin var so stórur, at tað fóru seks fiskar í pakkan, sum mundi vera um 100 pund. Men veiðan við nót gjørdi av við hendan stóra fiskin.

Mazeppa
Aftaná ”Víking” fer John at føra “Mazeppu” í sildina í 1964. Eg fór við sum bestimaður, Frits úr Oyndarfirði var 2.bestimaður. John hevði hana í tvey ár. Tað gekk gott og vit fingu nógva sild. So var eg í Íslandi um várarnar, og í 1965 var eg við ”Havfarinum” í sild. Bernhard Hansen í Fuglafirði var skipari, men tá var eg bara við sum maður. Vit fingu nógv.

Havfrúgvin
Síðsta árið eg var á sild var við ”Havfrúnni”. Vit vóru fyrst í Grønlandi. Tað gekk ikki so gott, men so fóru vit í sild, og tað gekk gott, so tað varð kortini eitt hampiligt ár. Skipari var Niels Jacob Nielsen av Strondum, sum eisini átti hana.

Útróður
Nú fari eg at rógva út. Fiski­mark­ið var jú farið út á 12 fjórðingar í 1964, og skuldi hetta merkt eina góða framtíð fyri útróður. At rógva út merkti eisini møguleikar fyri at vera meira heima.
Høvdafossur
Nú er tað so, at eg byrji at rógva út við Stovubátinum, og Henry Klein drívur hann. Tað var ein vetur, at eg róði út við honum. Tað hevur verið mitt í 60-unum. So nú byggir hann ein bát sjálvur, eitt 8-mannafar, og hann gevur honum navnið ”Høvdafossur” eftir einum fossi við Gjógv. Klæmint, pápi hansara, var føddur við Gjógv.
Teir høvdu spæl sum teir einastu á fjørðinum. Eg var við honum í øll 20 árini, hann dreiv útróður.
Eg kom so at rógva út við tí bátinum, og hetta var veturin 1964, tá sonurin Sigtór konfirmeraðist. Tað var nógv hýsa at fáa. Tá átti Meinhard Berg og Petur í Mouritsarstovu ”Váðaklett”. Teir róðu út um oyggjarnar tað summarið, og vit róðu bara í Djúpunum. Vit brúktu langa línu, og tað var langur vekur. Vit plagdu at seta 80 stykkir. Vit egndu í Stórustovukjallaranum at byrja við, og so fóru vit í Prestfjós at egna. Eg minnist eina viku, tá vit vóru úti í seks dagar. Vit høvdu 46.000 pund, og sigldu til Fuglafjarðar við fiskinum. Allir blivu hásir bara av vekri.
Eg minnist ein dag, Kristoffur Laksá fortaldi fyri mær, at bátarnir høvdu sett mestsum síð um síð sunnan fyri oyggjarnar. Teir høvdu sett niður í eina hýsutorvu. Hann plagdi at telja fiskarnar á línuni. Hetta kundi hann gera, um hann prátaði samstundis. Hann segði, at tað vóru 12 stykkir lína, og tað vóru 17 húkar, sum vóru berir. Hýsan má eisini hava tikið í beran húk, tí øll øgnini eru ikki komin á botn. Báðir bátarnir fingu ein óføra góðan dag.

1990. Við ”Nósa”
Eg slapp so við ”Nósa”, sum var nýbygdur. Við vóru umframt meg sjálvan Henry Klein, sum var eigari og formaður, John Joensen, sum hevði verið við ”Álaker”, Klæmint Johannesen, systkinabarn Henry, eisini ein eigari, Poul Klein og Edvard Hammer og Jákup Martin Joensen at byrja við.
Vit fingu nógvan fisk. Vit fóru til Fuglafjarðar við fiskinum, og Oddfríður Haraldsen tók ímóti og keypti fiskin til sítt flakavirki.
Vit egndu umborð at byrja við, so fóru vit at egna í landi, í Prestfjósinum.
Seinni var frystaríið gjørt inni í Víkum í tí gamla íshúsinum. So gjørdu teir egningarskúr har inni , millum handilin og frystaríið. Tá fóru vit at egna í Víkum og seta stamparnar inn í frystaríið. Tey fyrstu árini fóru vit annars til Fuglafjarðar við stampunum. Tað var eitt grúiligt knoss.
Tað var nógvur fiskur bæði við snellu og línu. Henry dreiv tað grúiliga hart. Hann óttaðist ikki veður. Hann fór, hvussu veðurberætningurin var. Tað bleiv nógv drift.
Eg kom so at vera uppi á landi ta seinnu tíðina við ”Nósa” í fleiri ár. Av teimum, sum vóru við, vóru vit tríggir uppi á landi sum partur av manningini. Onkur egndi afturat fyri akkord.
Sum sagt var nógvur fiskur. Eg minnist eina viku. Vit fingu 46.000 pund í seks dagar. Og Fiskimúli, Jákup Mohr hevði hann, hann var eisini ein 20 tonsari, fekk 56.000 pund ta vikuna. Hann hevði kortini meira línu.
At byrja við var alt sissal stampar, og eg minnist ein túr, tá vit bara høvdu 23 sissal stampar, tils. 72 stykkir. Tað var farið til Fuglafjarðar við teimum, og so fóru teir út. Tað var ein av teimum bestu døgunum, teir fingu, 7 ella 8.000 pund. Men prísurin var vánaligur.

Máttu arbeiða fiskin sjálvir
Eg kann eisini minnast, tá streykan var, at trolbátarnir á landleiðini fóru at trola eftir flatfiski. Nú setir prís­ásetingarnevndin prísin til 80 oy/kg á flatfiski. Tað var ómøguligt hjá bátunum at fara til fiskarí fyri tann prís, og so bleiv tað streika. Eg minnist, at vit flaktu tá og saltaðu fyri egna rokning. Vit royndu við snellu og fingu nógv, og tá vit komu á Oyndarfjørð og løgdu fyri fortoyning, fóru vit at reinsa og salta. Tað var nokk so nógv vit høvdu saltað. ”Fiskimúli” frysti fiskin í lastini. Tá streykan var liðug, seldu vit fiskin til Oddfríð Haraldsen.
Men eg fortjenti bara væl. Tað vóru fýra bátar úr Oyndarfirði, sum avreiddu hjá Oddfríð Haraldsen. Tað var ”Váðaklettur”, ”Guttabátur”, ”Nósi” og ”Vón”, ein seksæringur. Oddfríður var góður fyri Oyndarfjørð, tað var vist. Vit kunnu bara rósa Oddfríð, sum doyði alt ov ungur fyri nøkrum árum síðani.

Ein illveðurstúrur
Nú er tað, at tað er útnyrðingur í ættini, og hann segði styrki 9, yvir 20 s/m á Mykinesi. Vit fara til útróðrar við snellu. Tað gekk gott á eysturrákinum, og tað er fult av fiski at fáa. Tað var so nógvur fiskur, at vit fingu tann raksturin á eystfallinum 3.500 pund. Tað var nógvur vindur, og vit eru komnir langt eystur. Nú fer at reka vestur. Og sum rímiligt er, at tá tað fer at reka uppí ættina á útnyrðingi, tá er ringur sjógvur. Tað er eitt farligt pláss fyri Kallinum á útnyrðingi, har er ein íða. Tá var kjansur at fara inn á Haraldsund, tí byrgingin var ikki komin. Høvdu vit gjørt tað, hevði alt vitað væl við.
Nú stima vit vestur eftir. Lúkan var ikki skalkað. Tá lá bara niður yvir lúkuna. Eg og ein annar sita í messuni. Nú fáa vit ein stóran sjógv. Tað kom nógvur sjógvur inn í messuna og eisini á brúnni. Har fór alt elektrisitetið. Vit mistu eisini nakað av fiskinum av dekkinum. Til alt held fór lúkan ikki av. Men tá stóð ikki væl til. Vit máttu bert royna at andøva, og vit komu eisini heilskapaðir aftur til lands. Tá stóð nógv hjá Henry. Vit vóru bert tvey fartøj á Norðhavinum, so ringt var veðrið. Tað var ofta vit fóru, tá eingin annar fór. Viðhvørt settu vit innarlaga í Djúpunum og kundu koma upp ímóti 7.000 pundum. So tað lá væl fyri.
Tað lá eisini væl fyri hjá ”Guttabátinum” og ”Váðakletti”. Karsten, sonur Meinhard Berg, dreiv ”Váðaklett”.
Í 1991 róði eg út nakrar túrir við ”Sævarenni”, og tá var mítt sjólív, sum byrjaði í 1921, endað.

Tøkk til Andrias
Nú vit eru komin til endan av hesi greinarøð, vil eg fegin takka Andrias fyri hetta okkara felags avrik. Andrias var 99 ár, tá eg hitti hann fyrstu ferð. Hóast hetta skuldi hent fyrr, so eri fegin um at hava hitt hendan einastandandi persónin. Eitt er alt sum hann minnist. Men hann er so positivur. Hann letur væl at øllum teimum, sum hann hevur havt samband við øll síni 100 ár. Hetta eru framúr eginleikar.
Tað sama ummæli, sum Andrias gevur øðrum, eru tað onnur sum geva honum. Øll geva honum tað ummælið, at hann hevur verið fyrikomandi, fittur og raskur.
Eg meti tað at vera ein serligur heiður at hava havt møguleikan at festa hesar frásagnir á blað.
Freydis Poulsen, sum er systir­dóttir Andrias, eigur eis­ini stóra tøkk fyri hennara med­virkan til at fáa søguna hjá mammubeiggjanum niður­skrivaða.