80 ára dansur í Ítróttarhøllini á Hálsi

Stuðlafelagið hjá Argja Bóltfelag skipar fyri 80-ára dansi í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 4. mars, har hesir bólkar luttaka: Hjarnar, Black & Birds, og Sámal & Ronnie. Frásøgumaður verður Jákup Magnussen

Stuðlafelagið hjá Argja Bóltfelag bjóðar øllum at vera vælkomin til 80 ára dans í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið 4. mars frá kl. 22 við bólkunum: Hjarnar, Black & Birds, og Sámal & Ronnie. Jákup Magnussen verður frásøgumaður.

Hjarnar. Tónleikabólkurin Hjarnar var settur á stovn í 1974, og spældu teir tá hvørt leygar- og sunnukvøld til dans í Atlantis, sum avloysarar frá kl. 23.30 til 24.00.

Tað at fáa loyvi at nýta ljóðførini hjá tí lokala húsa-tónleikarabólkinum, sum tá spældu til dansin, var startskotið til eitt tónleikalív, ið skuldi vísa seg, at geva øllum Føroya fólki eina góða uppliving upp ígjøgnum øll 70-80-90`ini og eisini ein part av 2000.

Av egnum útgávum eru tvær single-plátir, ein LP-pláta og ein fløga, og minnast vit serliga lagið "Breaking My Heart", sum í 1982 gjørdist nr. 2 í eini kapping, sum fyritøkan 7-UP skipaði fyri á stóru radiostøðini "Radio Luxembourg".

Teir sum fara at mannað bólkin hettar kvøldið eru: Karl Martin Samuelsen, sangur, Eyðun Nolsøe, bass, Hans Black, trummur, Jógvan Olsen, tangentar / kór, Ólavur H. Øster, guitar / kór, og Graham D. Stewart, guitar / kór.

Í stuttari samrøðu við bólkin siga teir seg verða sera spentir at hittast aftur, og lova at kvøldið skal verða ein góð uppliving.

Black Birds. Tann góði gamli tónleikabólkurin Black Birds trínur nú aftur á pallin, eftir at bólkurin tey seinastu árini hevur verið heldur óvirkin og bert spælt eina til tvær ferðir um árið. Nú er líkt til at "svartfuglarnir" enn einaferð breiða veingirnar og lætta sær á. Manningin í Black Birds verður tann, sum vit kenna frá 70-unum: Heini Sivertsen, bass, Ronnie Nielsen, guitar/sangur, Jóhan Petur Andreasen, keyboard/sangur, Oskar Eirikson, trummur/sangur, Árni Andreasen, guitar/sangur, og Marnar Andreasen, sangur/saxofon.

Sámal og Ronny byrjaðu at spæla sum duo einaferð seinast í 80-unum. Sámal byrjaði at spæla til dans seinast í 60unum vesturi í Vágum og spældi í gjøgnum 70-ini í ymiskum bólkum har . Í 1983 fór hann til Italia og spældi tónleik út á gøtuni til hann um árskifti 86-87 koma aftur til Føroya, og spælur her enn.

Kolbein Simonsen startaði sum blaðungur at spæla seinnu hálvu av 60-unum. Síðan hevur hann spælt við øllum møguligum,útlendingum og føroyingum, bæði á plátu og til konsertir og dans. Saman við við Ronny og Sámal hevur hann nú spælt í eini 10 ár og er still going strong.

Frásøgumaður verður Jákup Magnussen. Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri tónleiki og byrjaði sum 16 ára gamal at leggja plátur á. Frá 1982 gjørdi hann tónleikasendingar í útvarpinum. Seinni útbúgvin journalistur og harvið hevur hann eisini gjørt nógv onnur sløg av sendingum. Í 80unum var hann nógv umbiðin frásøgumaður til tónleikatiltøk, og hevur hann mangan fyrr presentera bólkarnar, sum fara at spæla til hetta 80 ára tiltak.