80 ára føðingardagur í Bartskersstovu

Í morgin, mikudagin 9. november, fyllir havnarmaðurin og havnarmyndin, Haldor C. Christiansen 80 ár

Tey flestu munnu kenna mannin, sum dagliga titar millum heimið í Tróndargøtu og Bartskersstovu í Bringsnagøtu, har hann síðani 1951 hevur havt ábrygdina av handlinum hjá mammuni, Firma Kathrina Christiansen.
Tá vit stukku inn á gólvið í handlinum í Bringsnagøtu í morgun, hevði Haldor úr at gera við at fáa vøru upp á pláss, sum hann júst hevði fingið. Hóast handilin ikki er tann sami sum í velmaktstíðini, so letur Haldor kortini væl at, tí, sum hann sigur, eg havi hetta at fara til hvønn dag.
Talan er annars um ein sera gamlan handil.
Í Bartskersstovu, sum húsini eita, hevur verið handlað í stórthundrað ár. Einaferð í 1880unum stovnaði Andreas Restoff handil í húsunum, sum versonurin, Zacharias Heinesen seinni tók yvir. Í 1927 keypti Zacharias Heinesen handilshúsini í Vágsbotni - teirra millum húsini, ið nú hýsa Miðlahúsinum og Sosialinum og húsini hjá Andreasi í Vágsbotni.
Heinsen læt tá upp nýggjan, nútímans handil handil í Vágsbotni, og tá tók Kathrina Christiansen, sum hevði starvast hjá Heinesen í Bringsnagøtu, yvir handilin, sum fekk navnið Firma Kathrina Christiansen.
Kathrina og Heinesen samstarvaðu væl hesa tíðina, og vóru tey onkuntíð saman á handilsferðum í Danmark. Húsini í Bringsnagøtu leigaði Kathrina øll árini frá Heinesen, og ikki fyrr enn einaferð í sekstiárunum keypti Haldor húsini.
Men tað er tó munur á handilsvirkseminum nú og í farnum tíðum.
_ Vit vóru onkuntið átta og níggju fólk til arbeiðis. Bringsnagøta var jú høvuðsgøtan - ella handilsgøtan í Havn tá, greiðir Haldor frá.
Og hann nevnir fleiri matvøruhandlar, har í grannalagnum: Har var handilin hjá Klett og handilin hjá bróðir hansara Villa Simonsen, Carl á Lag handlaði í Fútastovu, í Dandastovu høvdu tey í Horni breyðútsølu, Hans Olsen handlaði í Tranti úti á Doktaragrund, Heinesen var í Vágsbotni, Jacob Lützen handlaði á Áarvegnum, og soleiðis kundu vit hildið fram. Men í dag er alt meira konsentrerað um stórar handlar, og bert Haldor er still going strong - hann er seinasti skansin, um vit so kunnu siga.
_ Tað búðu eisini so nógv fleiri fólk á Reyni tá, sigur Haldor og tekur sum dømi Portugálið úti í Tinganesi, har tað búðu 20 fólk - tríggjar familjur. Sama var í eitt nú Fútahúsunum úti á Reyni, har vóru fleiri familjur, og soleðis kann Haldor taka hús fyri hús í gomlu Havnini, sum ofta hýstu fleiri familjum, ið sum ongan ting kundu telja upp í 10 fólk hvør.
Handilin hjá Haldor er tann seinasti handilin í Havn, har viðskiftafólkini verða avgreidd yvir skivuna. Tað er eisini hetta, sum skapar tann serliga hugnan í handlinum. Og so sjálvandi Haldor sjálvur, ið altíð er til reiðar at siga sína hugsan um samfelagsmál, sum eru uppi í tíðini. Politikkur hevur hansara stóra áhuga, og hann hevur sínar egnu, føstu meiningar um, hvussu politisk mál skulu loysast. Og loysnirnar hjá Haldori eru vanliga nógv einfaldir, enn øll tey politisku krumspringini, sum verða gjørd á tingi og í landsstýri&
Og so er tað tann vanligi spurningurin, hvussu leingi Haldor fer at halda fram at handla.
_ Eg verði her, so leingi eg orki. Tað er ikki tí, at tað loysir seg so væl, men eg trívist væl og eg havi tað gott, sigur Haldor.
_ Man fær jú heldur einki við sær í grøvina. Eg kundi kanska tað sama leigað hetta út og farið til hús, tað hevði kanska loyst seg betur, sigur Haldor, sum ikki ger so nógv fyri at kappast við teir nútímans handlarnar.
_ Men alt er so nógv bíligari í dag. Um tú fyrr í tíðini skuldi keypa tær ein klædning, so skuldu einar tríggjar mánaðarlønir til tess. Í dag kanst tú, um tú fært eitt gott tilboð, keypa tær ein klædning fyri eina dagsløn, tað sigur seg sjálvt, sigur Haldor.

-----

Úr Keypmannahavn at taka yvir handilin
Haldor Christiansen hevur rikið gamla handilin í Bringsnagøtu síðani 1951. Tá var Haldor í Danmark í lestrarørindum. Eftir lokið matematiskt stunetsprógv í Havn í 1949 fór hann niður at lesa kemiverkfrøði, men hetta fekk ein bráðan enda, tá mamman brádliga doyði í 1951.
Tá vóru øll systkini í Danmark, Petur C læs til maskinmeistara, Maria læs pedagogikk á Motesorri og Haldor, sum læs verkfrøði.
Hann fór tá heimaftur at vera hjá pápanum, og tók yvir handilin