Í myrkum sólbrillum og við luftbyrsu royndi ein 80 ára gamal maður at ræna Sydbank í Danmark í dag. Maðurin varð tikin av løgregluni nakrar fáar hundrað metrar frá bankanum Hendingin fór fram í Viborg.
Hin 80 ára gamli hevði latið seg í myrkar sólbrillur og hevði eina luftbyrsu uppi á sær.
Sambært donskum fjølmiðlum, megnaði hin gamli kortini at fáa 30.000 krónur við sær úr bankanum, men á vegnum blakaði hann pengarnar frá sær.
Hin gamli royndi nú at flýggja, men varð tikin av løgregluni nakrar fáar hundrað metar frá Sydbanka.
Tað vóru vitnir, ið sóu mannin eftir vegnum, sum peikaðu á hann, tá ið løgreglan kom á staðið.
Løgreglan hevur einki sagt um, hvørt hesin ?tilkomni? bankaránarin er kendur av løgregluni ella ikki.
Hin 80 ára gamli situr nú í varðhaldi og bíðar eftir, at málið kemur fyri í rættinum.