Orð sum ?Einki minni enn skeytið kann góðtakast?, ?Flyta okkum ikki ein tumma?, ?Ein dagførd heimastýrislóg kemur als ikki uppá tal?, o.s.fr., er javnan at hoyra frá tingsins røðarapalli, uttan at hetta verður mótmælt, so her er eingin slingur í valsinum.
Har er einki alternativ, har finst eingin millumvegur, har er snøgt sagt einki at samráðast um.
Samdir og ósamdir
Líka so ósamdir, sum samgongumenn annars eru um landsins dagligu viðurskifti, líka so samdir eru teir um, at nú skal loysast. Nú skal endaliga gerast upp við danir.
Spurningurin er bert um danska stjórnin gongur við til eina skiftistíð, ella ikki.
Tosið um eina breiða semju í løgtinginum, um eitt sokallað samráðingarupplegg um fullveldið Føroyar, er tí slutur og vrøvl.
Andstøðan hevur
greiðar linjur
Sambandsflokkurin ger onga semju, sum ber brá av, at Føroyar enda uttanfyri ríksifelagsskapin.
Javnaðarflokkurin hevur nú eisini endaliga tikið ta støðu, at hann vil verða innanfyri ríkisfelagsskapin, so andstøðan hevur greiðar linjur hesum viðvíkjandi.
Dugi tí ikki við mín besta vilja at síggja nakað grundarlag fyri eini breiðari semju, hvørki so ella so.
Tí verður tað samgongan einsamøll, sum kemur at seta dagsskránna Føroya vegna við donsku stjórnina. Ikki fyrr enn loysingarskjalið formelt er komið uppá pláss ? og samtykt av danska fólkatinginum og løgtiginum ? sleppur føroyski veljarin, sum skal gjalda gyldið (80% í skatt), at siga sína hugsan. Og tá er als eingin trygd fyri, at samgongan góðtekur úrslitið av eini fólkaatkvøðu, um hon skuldi gingið ímóti eini møguligari fólkatings- og eini løgtingssamtykt, um at fullveldið Føroyar verður sett á stovn.
Fólkið má
verða eftirspurt
Tí hevði verið rættast, um føroyski veljarin slapp at siga sína meining, áðrenn loysingarskjalið millum Føroyar og Danmark verður endaliga undirskrivað av Poul Nyrup og Høgna Hoydal.
Føroya fólk má fáa ein møguleika, at avmontera hesa tikkandi bumbuna, landsstýrið spælir sær við, áðrenn alt liggur í skelja sori.
Flemming Mikkelsen
løgtingsmaður