800 fara at rógva kapp á Skála

Kappróður: 110 bátsmanningar fyrireika seg til í dag at vera við í ársins fyrsta FM róðri

mynd: rsf.fo Frá ódnartøkunum, sum vóru í Runavík 22. mai

Fyri einari viku síðani bar ikki til at rógva kapp í Klaksvík. Koronan var orsøk til, at norðoyastevnan varð avlýst, og at fyrsti FM kappróðurin í fyrstu atløgu var útsettur. Nær hann verður, og hvar hann verður er ikki avgjørt enn.

 

Fjarðastevnan, sum í ár skuldi vera á Skála, er avlýst, men tað verður FM kappróður á Skála, og luttøkan er óvanliga stór.

 

Á vegum og í tunlum hava nógvir bilar og vognar nú í morgun og út á dagin kós ímóti vestara armi á Skálafjørðinum og Skála.

 

110 bátsmanningar fara í dag at kappast í fyrsta FM kappróðrinum. Rógvararnir tátta í at vera 800. Heilt nevyt eru tað 792 rógvarar, sum í dag fara at kappast á Skálafjørðinum. Burtursæð frá rógvarum og hjálparfólkum siga koronatilmælini, at kappingin verður uttan áskoðarar.

 

Farið verður undir barnaróðurin klokkan 12.30 og hinar róðrarnar klokkan 15. Síðsti róðurin – tann millum 5-mannafør við dreingjum – er settur at vera klokkan 17.40.

 

Líkindini at rógva kapp á Skála í dag eru góð. Eitt lítið lot er út eftir fjørðinum, og harvið verður tað róð ímóti rákinum. Tað verður turt, sólin sær, og hitastigini vera níggju.

 

Barnaróðrarnir verða stroymaðir á facebookvanganum hjá Skála Róðrarfelag, og hinir róðrarnar ber tað til at fylgja á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

 

 

 

 

Flaggtíð

 
   
 

Kl. 12.30

 
 

Barnaróður gentur riðil 1

 
 

11

 
 

77

 
 

Kl. 12.45

 
 

Barnaróður gentur riðil 2

 
 

10

 
 

70

 
 

Kl. 13.15

 
 

Barnaróður dreingir riðil 1

 
 

13

 
 

91

 
 

Kl. 13.30

 
 

Barnaróður dreingir riðil 2

 
 

12

 
 

84

 
 

Kl. 14.15

 
 

Barnaróður gentur finala

 
 

10

 
 
 

Kl. 14.45

 
 

Barnaróður dreingir finala

 
 

10

 
 
    
 

Kl. 15.10

 
 

6-mannafør kvinnur

 
 

5

 
 

35

 
 

Kl. 15.50

 
 

5-mannafør kvinnur

 
 

13

 
 

91

 
 

Kl. 16.05

 
 

6-mannafør menn

 
 

9

 
 

63

 
 

Kl. 16.45

 
 

5-mannafør gentur

 
 

15

 
 

105

 
 

Kl. 17.05

 
 

8-mannafør

 
 

5

 
 

45

 
 

Kl. 17.20

 
 

10-mannafør

 
 

3

 
 

33

 
 

Kl. 17.40

 
 

5-mannafør dreingir

 
 

14

 
 

98

 

 

 

 

mynd: rsf.fo Frá ódnartøkunum, sum vóru í Runavík 22. mai