85 føroyingar til Svøríkis á ferðslutrygdarsekið

FERÐSLYTRYGD: Fullsett flogfar hjá Atlantsflog fór í gjáramorgunin til Trollhätten í Svøríki við 85 føroyingum, sum har skulu síggja 0-hugsjónina ? dygga svenska ferðslutrygdararbeiðið ? í verki

 

? Eingin dripin og eingin álvarsliga skaddur í ferðsluni.

Hetta er aðalmálið í 0-hugsjónini ? hugsjónini, ið Ferðslytrygd roynir at vinna ljóð fyri í Føroyum.

Í 0-hugsjónini verður ásannað, at vit sleppa ongantíð heilt undan, at menniskju gera mistøk ? hóast ferðsluútbúgvingin alsamt verður betrað. Tí má samfelagið gera viðurskiftini í ferðsluni so trygg, at menniskjalig mistøk ikki verða revsað við deyða ella lívlongum avlamni.

Av tí at tað í ár vóru 25 ár síðani, at Ráðið fyri Ferðslutrygd varð sett á stovn, gjørdi starvsnevndin av at gera okkurt serligt átak, ferðsluni at frama. Sum ein liður í hesum hevur Ferðslutrygd skipað fyri eini kunningarferð til Trollhättan í Svøríki.

Í gjáramorgunin fór fullsett flogfar hjá Atlatnsflog avstað við løgtingsmonnum, kommunalpolitikarum, fólki í kommunalu umsitingini, fólki frá Landsverksfrøðinginum, umboðum fyri Vinnumálsatýrið, Bileftirlitið, løgregluna, koyrilærarar, Strandferðsluna, tryggingarfeløg, bilasølufólki o. ø. sum hava við ferðsluna at gera ? og um boðum fyri fjølmiðlarnar. Luttakararnir komu aftur til landið í gjárkvøldið.

Endamálið hjá Ferðslutrygd er stutt og greitt at fáa landsins evstu myndugleikar at samtykkja ein langtíðar ferðslutrygdarpolitikk, sum er grundaður á Null-hugsjónina.


Í Trollhättan, sum er kendur fyri stóru slúsurnar, sum føra niðan til Väneren, størsta vatnið í Svøríki, fyri Saab-verksmiðjuna og fyri filmsvirksemi, skuldu føroyingarnir síggja ? og royna at koyra á ? eini serligari breyt, sum er gjørd fyri at vísa, hvussu til ber at betra um ferðslutrygdina.

Seinastu tvey árini er býurin Trollhättan vorðin kendur í sambandi við ferðslutrygdararbeiði. Tað kemst av, at í einuim býarpart er sett í verk eitt royndartiltak, nevnt »Demo-slingen«, ella »Nollvisiondslingen«. Hetta er liður í arbeiðinum at fremja Null-hugsjónina, sum svenski Ríkisdagurin hevur samtykt at seta í vert. Har eru meira enn 100 milliónir svenskar krónur nýttar at broyta eitt 40 km langt vegastrekki soleiðis, at tað verður so trygt, sum til ber. Har eru rundkoyringar, ymisk sløg av ferðtálmum, tað veri seg bungur, trongar, ymiskt vegtilfar, t. d. brúgvasteinar í ymiskum litum o. s. fr.

Tað sum serliga hevur vakt ans er, at vitjandi fáa høvi at koyra ígjøgnum hetta økið við serútgjørdum bilum. Teir eru m. a. útgjørdir við mátara, sum við signalum frá sendarum í vegnum kunnu boða bilføraranum frá, hvussu skjótt tað er loyvt at koyra í einum ávísum øki. Mátararnir hava harumframt samband við seerliga skipan í spitaranum, sum ger, at fert tú upp um loyvda ferðmarkið, verður spitarin trekur, og tú verður noyddur at trýsta serliga hart á hann fyri at seta meiri ferð á.

Royndartiltakið í Trollhättan hevur til endam áls at geva fólki høvi í verki at gera sínar egnu metingar um arbeiðið við Null-hugsjónini.