Við árslok 2013 høvdu barnaverndinar í Føroyum 864 mál. Tað verður staðfest í ársfrágreiðingini hjá Barnaverndarstovuni. Í skipanini hjá Barnaverndinum, er hvørt barnið skrásett sum eitt mál. Tað merkir, at sama familja kann vera skrásett sum fleiri barnaverndarmál í skipanini, um stuðul verður veittur fleiri børnum í somu familju.
Tað verður eisini gjørt vart við, at barnaverndarmál kunnu vera so ymisk. Talan kunnu vera um mál, sum einans krevja einfalda ráðgeving, men talan kann eisini vera um børn, sum verða sett heiman móti viljanum hjá foreldunum. - Tí ber illa til at samanbera tølini, tí í sjálvum sær sigur talið eitt einstakt ár ikki so nógv um støðuna. Í fyrstuni var tað eisini so, at børn og ung kundu halda fram í skipanini, til tey fyltu 21 ár, tá ið serligar umstøður talaðu fyri tí. Men síðani er aldursmarkið hækkað til 23 ár og eisini tí skal varsemi vísast, tá ið tølini verða samanborin. Men Barnaverndarstovan sigur, at av teimum 864 málunum, tey høvdu um ársskiftið, eru 100 mál, har talan er um ung í aldrinum 18-22 ár, nevniliga 57 gentur og 43 dreingir.
Í miðal eru 5,5 prosent av børnunum í Føroyum undir barnaverndini. Í 2010 var talið 4,4 prosent. Í Havn er talan um 5,3 prosent av børnunum, sum eru undir barnaverndini. Men av teimum størru økjunum, eru summi øki, har talið er yvir miðal, eitt nú í Norðoyggjum, har 6,5 prosent av børnunum eru undir barnaverndini og í Sandavágsøkinum, har talið er 6 prosent. Við Skálagjørðin eru 4,9 prosent av børnunum undir barnaverndini.
Í teimum smærru økjunum, sum hava færri enn 1000 børn, hava Fuglafjarðar Kommuna 6,5 prosent av børnunum undir barnaverndini og barnaverndartænastan í Suðuroy hevur 6,3 prosent av børnunum undir sær og í Suðuroyar syðru helvt er tað 3,3 prosent, sum er nógv tað lægsta talið. Í sandoy er talið 6,1 prosent.
|