Eftir avtaluni millum mótmælisfólkini hjá frælsisfylkingini PAD og stjórnina kunnu flogfør hjá teilendska flogfelagnum Thai og útlendsk flogfør fara til floghavnir aðrastaðni í landinum eftir ferðafólki.
Øll flogferðsla til og úr Bangkok hevur ligið still, síðani fleiri túsund mótmælisfólk otaðu seg inn í floghavnina, har tey hava verið síðani. Myndugleikarnir hava lovað, at útlendsk ferðafólk, sum bíða eftir at sleppa av landinum, skulu sleppa heim sum skjótast. Samstundis hava myndugleikarnir bjóðað ferðafólkunum einar 350 krónur um dagin, meðan tey bíða eftir heimferð.
Weerasak Kohsurat, sum er ráðharri í ferðavinnumálum, segði í morgun, at umleið 100.000 ferðafólk og handilsfólk bíða eftir at sleppa úr Teilandi. Flogfeløgini siga, at tað kann taka eina viku at avgreiða tey mongu, sum bíða.