90?aratónleikurin sparkaði 80?aratónleikin út í kavan

Støðið var hægri enn nakrantíð vildu teir tónleikakønu verða við. Diatribes vann kappingina og Vissible Fish gjørdist nummar tvey, tá dómaraatkvøðurnar vórðu taldar upp. Menn hetta var kanska harðasta og tættasta kapping nakrantíð í Prix Føroyar søguni, tí bólkarnir vóru góðir og javnir og støðið var høgt.

Orð og myndir: Jonhard Hammer


Lagt var upp til harða kapping í kavarokinum á Strondum leygarkvøldið, har 8 bólkar skuldu dystast. Peachy Bounder var ikki við, men Wild Child, sum skuldu luttaka á Tvøroyri, vórðu fluttir til kappingina á Strondum.

Og tað gjørdist hørð og jøvn kapping, tí bólkarnir vóru góðir og ilt var at taka dagar ímillum. Onkur helt fyri, at støðið var enntá hægri, enn á sjálvari finaluni seinast. Um so er skal her verða ósagt, men hetta var óivað javnasta innleiðandi umfar nakrantíð.


Wild Child

Wild Child fekk í lut at seta hol á. Nógv fólk var ikki komið, tá teir við trompetspæli settu hol á eina væl vanda skrá . Poul Arni Holm sang og alt í alt hevði hann saman við bólkinum eina frálíka pallframførslu. Wild Child spældi kanska eitt sindur týttari, enn teir kláraðu og tað var kanska tað, sum gjørdi at teir ikki fingu eitt pláss í finaluni Ein hevði kanska væntað, at Wild Child fór at vinna kappingina, men so var ikki.

Sangarin Poul Arni Holm var ikki í góðum lag, tá hann kom av pallinum.

- Her er einki fólk, tey sum eru til staðar eru fullkomiliga deyð, segði hann og kallaði hann tey fyri sombiar. Hann helt at tað var ótrúligt at leggja eina kapping úti á Strondum.

- Hetta er heilt úti á bølandinum. Vit høvdu glett okkum at komið inn í Eysturoynna at spæla, tí her plagar tað altíð at verða lív í, segði ein keddur Poul Arni Holm at enda.


Daybreak

Daybreak spældi frálíkt, tað hoyrdist at teir høvdu verið í venjingarhølinum og vant, tí at tónleikurin var á høgum støði. Ein styrki sum bólkurin hevði var bassleikarin Jan Zariassen, sum hevur nógvar royndir, spæli hjá honum var ein klassa fyri seg. Størsti trupuleikin í orkestrinum var sangurin. Sangarin kláraði ikki altíð at fylgja við, men alíkavæl, ein góð framførðsla hjá Daybreak


Ipkiss

Ipkiss spældi lættfatuligan rock, og ein kann kanska kalla Ipkiss fyri eitt happy band. Tað er nógv lív í, tá ið tey spæla og ein sær beinanvegin, at her er ein bólkur, sum vil nakað. Siri og bólkurin dugdu sera væl at uptraðka, og skráin var sera væl uppbygd. Ein trupulleiki hjá bólkinum var, at tónleikurin til tíðir var eitt sindur rótuttur og bólkurin spældi ov nógv. Men hetta er nakað, sum kunna fáast uppá pláss, ein má eisini hugsa um, at hetta er fyrstu ferð, at bólkurin er á palli við hesari manningini


Siesta

Siesta, er eitt orkestur sum er mannað við ungum havnadreingjum og teir høvdu brynjað seg við trimum ungum dámun, ið kryddraðu við góðum kóri.

Siesta komu við vøkrum og melodiøsum tónum. Tónleikurin var sera góður, men tað hoyrdist at tónleikarnir ikki høvdu so nógvar royndir. Siesta burdi havt arbeitt meira við kórinum, og fingið tað meira við. Kórgenturnar sungu væl og sóu gott út. Ein styrki í bólkinum var trummusláarin Rúni Højgaard, hann stýrdi bólkinum væl og hevði lættar taktir.

Sista skuldi avgjørt lært av Diatribes og fingið sær ein proudusara og fingið fínpussað tónleikin. Vónandi fara vit at hoyra meira til Siesta, tí hetta er ein bólkur, sum kann fara at gera seg galdandi.


Feedback

Feedback koma meira og meira fram og teimum gekst eisini væl. Tey íoyrafallandi løgini og onkutíð skemtiligu orðini, sett saman við typiskum rock-grepum, hóskaðu væl og fekk fólk við. Bólkurin er ikki so væl samanspældur, men teir fóru ikki niður við høvdunum, tá okkurt mistak varð gjørt. Nólsoyingarnir skulu nokk fara at koma seg, teir eru ungir og tað sást týðiliga, at har var vilji og dynamikkur í bólkinum


Diatribes

Diatribes møttu væl fyrireikaðir. Tað var rockur í harðara endanum, men tó bleytari, enn onkutíð áður. Og hesin rockur varð væl framførdur av fyrireikaðum unglingum í hvítum skjúrtum og slipsi. Sangarin hjá Diatribes, Rókur Jacobsen, er fantastiskur sangari, hann minnir sera nógva um Terja Rasmusen. Hann syngur væl og reint, og dugir sera væl at upptraðka. Løgin hjá teimum vóru góð og tað var eisini væl spælt. Ein hoyrdi væl, at hetta vóru tónleikarar, sum duga at spæla og at teir høvdu lagt nógva orku í at fáa tónleikin at svinga. Tað lagið, sum ein legði best til merkis, var eitt, har teir brúktu eina sampling úr filminum The Exorcist, hetta riggaði sera væl og var spesielt


Fidel Castro á palli

- Fidel Castro bað meg koma í song við sær, men eg segði......

Hetta vóru fyrstu orðini, sum sangarin í Visible Fish Petur Jensen segði, tá hann kom á pallin leygarkvøldið. Petur er ein fantastiskur sjónleikari, hann var í einum uniformi og hevði eina stóra havannasigar í munninum, tá hann kom á pallin leygarkvøldið

Vissible Fish syrgdu fyri at spæla sínar, ofta einføldu akkord samansetingar, við fullari styrki og power. Her var nógv lív í, men samanspælið var ikki so gott, kanska var meiningin at brúka svingandi taktir. Ein kann siga, at uptraðkanin vann á tónleikinum


Artis

Nýggjur bólkur, ið er stovnaður til kappingina. Artis endaði kappingina og framførdi íoyrafallandi rock/popp. Á odda stóð Eiðvør Pálsdóttir, ein fantastisk sangarinna, sum syngur sera væl og dugir væl at brúka røddina hjá sær og framførslan á pallinum var eisini góð. Tað er ikki ov nógv sagt, at her er ein sangarinna í heimsklassa, sum vit sóðu á Strondum leygarkvøldið. Trupulleikin hjá Artis var, at hesir annars royndu tónleikarar ikki vóru nóg væl samanspældir. Solospælið var vánaligt. Men tað er ikki at fella í fátt, Artis hevði nógvar góðar sangir og tónleikarar, so tað er bara at fara undir at venja, so spyrst okkurt gott burturúr.


80'

Eftir at hava lurtað tveimum fyrrverandi ársins songrøddum og hópin av dugnaligum tónleikarum, var einki annað at gera, enn bíða eftir úrslitinum av harðastu og javnastu innleiðandi tónleikakapping higartil. Ongantíð áður hevur støðið verið so høgt í einum innleiðandi umfari. Vónleyst var at gita sær til vinnaran og bíðast mátti eftir atkvøðunum hjá dómarunum. Og tá talt varð saman gjørdust Diatribes nummar eitt og Vissible Fish nummar tvey. Avgerðin var ein staðfesting av, at 80' ara tónleikurin er sparkaður út í kuldan og at ungdómurin vil hava 90' ara rock

Í so javnari kapping eru metingarnar ymiskar millum áhoyrarar og tónleikarar, men tað eru dómararnir, ið fella dómin og 11 av slagnum kunnu ikki fara heilt skeivir.

Og hóast vónbrotini kanska vóru onkustaðni at hóma millum bólkarnar, so var eingin skomm, ikki at teljast millum nummar 1 ella 2 leygarkvøldið. So jøvn var kappingin. Eftir stendur, at tað vóru tveir bólkar í harðara endanum, ið sluppu víðari til finaluna í Norðurlandahúsinum í apríl, har tað hervið er lagt upp til kapping á høgum støði. Um ein skal meta við aðrar undankappingar, sum hava verið í Prix Føroyar kappingini, so kundi tað leygarkvøldið farið fýra bólkar víðari til finaluna. Ein hørð kapping við hørðum vinnarum.