90 bátsmanningar hava boðað frá luttøku

Royndirnar siga, at tað ongantíð er samsvar millum talið á manningum, sum boða frá luttøku, og teimum sum luttaka í kappróðrunum

FM KAPPRÓÐUR

Um talið á manningum, sum hava boðað Róðrarsambandinum frá, at tær ætla at luttaka í FM kappingini, verður tað sama, sum luttøkutalið í róðrunum í summar, so verður ofta neyðugt við innleiðandi róðrum og finaluróðrum.
90 bátsmanningar hava boðað frá, at tær ætla sær at taka lut. Sum tað hevur verið vanligt tey seinnu árini, so er talið á gentumanningum størst, og talið á dreingjamanningum er næststørst. Feløgini hava boðað RSF frá, at 22 gentumanningar ætla sær at luttaka í FM kappingini og at 20 dreingjamanningar ætla sær at vera við.
Lægsta luttøkutalið er tað fyri 10?mannaførini. Seks 10?mannafør hava boðað frá luttøku, og tað kann væl vera, at tey vera uppaftur færri, tá ið kappingarnar fara at koma fyri. 6?mannaførini við kvinnum eru fjúrtan og 6?mannaførini við monnum eru fimtan. 8?mannaførini, sum hava boðað frá luttøku, eru trettan.

Hámarkið er átjan
Fyrsta FM kappingin verður á Norðoyastevnu, sum verður í Klaksvík annan leygardag. Fyrsta ábendingin um, hvussu ymsu manningarnar eru fyri, fer at fáast komandi vikuskifti, tá ið tað verður bygdastevna á Skála.
Róðrarøkið í Klakvík er soleiðis skapað, at tað ikki ber til at hava fleiri enn átjan bátar við í einum róðri. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað verður neyðugt við innleiðandi kappingum bæði hjá dreingjunum og gentunum, um allar manningarnar, sum hava boðað frá luttøku í hesum róðrarárinum, fara at møta upp til fyrsta FM róðurin. Í prinsippinum eru allar 90 manningarnar meldaðar til róðurin á Norðoyastevnu. Tað er bara talan um eina tilmelding til FM kappróður, og hon hevur verið. Nú fæst at síggja, hvussu nógvar manningar fara at melda frá til ymsu róðrarnar.

Luttakararnir
5?mannaførini við gentum, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Aldan, Báran, Beinta, Blikur, Drekin, Dúgvan, Falkur, Firvaldur, Fípan Fagra, Frúgvin, Havfrúgvin, Havørnin, Hulda, Junkarin, Kollur, Royndin Fríða, Sílið, Spógvin, Súlan, Tekla, Tjaldrið og Ørnin.
5?mannaførini við dreingjum, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Aldan, Báran, Beinta, Blikur, Drekin, Dúgvan, Firvaldur, Fípan Fagra, Frúgvin, Havfrúgvin,
Havørnin, Junkarin, Kollur, Royndin Fríða, Sílið, Spógvin, Súlan, Tekla, Tjaldrið og
Ørnin.
6?mannaførini við kvinnum, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Fortuna,
Fuglfirðingur, Gongurólvur, Hósvíkingur, Hvessingur, Jarnbardur, Kollfirðingur,
Lómur, Páll Fangi, Riddarin, Smyril, Snopprikkur, Sølmundur og Víkingur.
6?mannaførini við monnum, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Fortuna, Gongurólvur, Hósvíkingur, Hvessingur, Jarnbardur, Kollfirðingur, Lómur,
Páll Fangi, Riddarin, Smyril, Snopprikkur, Strálan, Sundabáturin, Sølmundur og
Víkingur.
8?mannaførini, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Argjabáturin, Fríggjarin,
Gullbrandur, Heiðabáturin, Knørrur, Kvívíkingur, Miðvingur, Nevið Reyða, Sandavágsbáturin, Teistin, Toftabáturin, Víkabáturin og Ørvur.
10?mannaførini, sum hava boðað frá luttøku, eru hesi: Eysturoyingur, Havnarbáturin, Kjølur, Nólsoyingur, Vágbingur og Vestmenningur.
Tá ið vit leysliga hava spurt okkum fyri, hava vit fingið at vita, at samlaða talið á manningum, sum higartil hevur vant nógv og miðvíst, ikki er omanfyri hálvt hundrað. Gentubátarnir eru 10?12, dreingjabátarnir einir 10, 6?mannaførini við kvinnum 6?8, 6?mannaførini við monnum umleið 10, 8?mannaførini 4?6 og 10?mannaførini 4?5.