Kinesiska felagið Broad Sustainable Building (BSB) fyrireikar seg nú til at byggja heimsins hægstu háhús, sum skulu standa klár um tríggjar mánaðir. Sambært Sky News miðjar felagið eftir at byggja fimm hæddir um dagin.
Bygningurin, sum fær navnið "Sky City", verður 838 metrar høgur í 220 hæddum, og 200.000 tons av stáli fara til byggiarbeiðið.
Í "Sky City" verður pláss til 31.000 fólk, og tey kunnu ferðast upp og niður í 104 lyftum. Umleið 83 prosent av húsunum skulu brúkast til privatar íbúðir, men har verður eisini eitt hotell til 1.000 fólk, ein skúli til 4.600 børn og eitt sjúkrahús við plássi til 1.400 sjúklingar.
BSB ætlar at fara undir byggingina síðst í hesum mánaðinum, og gongst eftir ætlanini, verða húsini liðug síðst í februar.