Mánadagin var altjóða Apopleksidagur, sama dag sum føroyska Heilafelagið hevði tvey ára føðingardag. Í tí sambandi varð skipað fyri tiltaki í SMS í Havn fríggjadagin, leygardagin og mánadagin. Endamálið við tiltakinum var at upplýsa fólk um hesa heilasjúkuna og at útvega felagnum inntøkur. Til bar at taka blóðtrýstið og at kanna eftir, hvussu føli-, sansi- og smakkisansirnir eru. Á torginum í SMS var eisini framsýning av lutum frá Hjálpitólarmiðstøðini.
Tey, sum hava verið í SMS hesar dagarnar, hava hoyrt Jógvan Telling Joensen og vinfólk syngja. Til fyri nøkrum fáum árum síðani var Jógvan Telling ein av okkara virknastu tónleikarum í Føroyum. Ein blóðtøppur og harav samskiftistrupulleikar settu ein støðg í, men nú er hann komin fyri seg aftur, og framførslan í SMS var hansara fyrsta almenna framførsla síðani.
Ætlanin var, at Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, skulu halda røðu mánadagin, sjálvan altjóða Apopleksidagin. Men henni barst frá, og Eyðun Elltør, landsstýrismaður, kom ístaðin. Hann røddi um, hvussu trupult tað mangan er hjá rørslutarnaðum at ferðast. Strandafaraskipini eru als ikki atkomilig hjá fólki í koyristóli, men øðrvísi verður umborð á nýggju ferjuni, ið verður bygd til Sandoyarleiðina. Hann røddi eisini um, hvussu týdningarmikið tað er at fáa økisterapi. Venjingarmøguleikarnir hjá teimum, ið verða rakt av apopleksi, eru sera vánaligir eftir at viðkomandi eru útskrivað av sjúkrahúsi.
Leygardagin var aðalfundur í Heilafelagnum. Guðrun S. Hansen, sum hevur verið formaður farnu tvey árini, heldur fram. Jógvan Telling Joensen er næstformaður, Súna Mørk er skrivari, Paula Árnafjall er kassameistari, og Helena Fríðheim nevndarlimur. Tiltakslimir eru Annika Højgaard og Marius Johansen. Felagið hevur 200 limir.
Hvat er apopleksi
Apopleksi er felagsheitið fyri blóðtøpp ella bløðing í heilanum. Einir 10.000-15.000 danir fáa hvørt ár apopleksi. Eingi hagtøl eru hesum viðvíkjandi í Føroyum, men títtleikin er nakað tann sami í Føroyum sum í Danmark. Tí verður mett, at umleið 90 føroyingar fáa apopleksi um árið.
Vanligasta atvoldin til apopleksi er blóðtøppur í heilanum, uml. 85%, meðan 15% er bløðing. Granskarar meta, at størsta orsøkin til apopleksi er ov høgt blóðtrýst ella royking. Apopleksi kann fyribyrgjast. At liva sunt er besta fyribyrgingin. At røra seg, eta sunnan mat og ikki at roykja. Og tað eru góðar grundir til at fylgja hesum ráðum, tí apopleksi er ein tann vanligasta deyðsorsøkin í Vesturheiminum.