Ukrainski havnabýurin, Mariupol, har næstan ein hálv miljón fólk búðu fyri russisku innrásina, er næstan allur í knúsi.
Tað sigur borgarstjórin í býnum, Vadym Bojtsjenko.
Hann vísir á, at umleið 90 prosent av undirstøðukervinum í býnum er oyðilagt, harav 40 prosent ikki kann byggjast uppaftur.
Býurin, sum liggur við Svartahavið, hevur sambært borgarstjóranum verið fyri russiskum álopum í fleiri vikur.
Á tíðindafundi í dag segði Vadym Bojtsjenko, at 130.000 sivilfólk framvegis ikki eru sloppin úr býnum, tí russisku álopini eru so áhaldandi.
Mariupol hevur verið kringsettur av russiskum herdeildum tað mesta av einum mánaða.
Borgarstjórin segði, at arbeitt verður við einari ætlan at flyta fólk, sum enn eru í Mariupol, úr býnum, men hetta kann ikki gerast í dag, legði hann aftrat.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
##med2##