Mikumorgun. Á Garðavegi 2 í Hoyvík andar alt av friðsælu. Sólin skínur, og lýkka er í luftini. Ringdi til Sigurd Simonsen á Hoyvíking Tours í gjár at biðja um eina samrøðu. Nei, tað visti hann ikki rættiliga. Tveir minuttir seinni var avtalan í hús, og kl. 10.00 skuldu vit so hittast.
Sigurd tekur fryntligur ímóti og bjóðar kaffi og rundstykkir. Á
stovuborðinum liggur ein snotilig bók um 293 metrar langa og 13 hæddir høga ferðamannaskipið, Poesia, sum skuggaði fyri Havnini mánadagin. Sigurd stóð sjálvur fyri vitjanini og fegnast um, at alt gekk so væl, sum tað gjørdi.
– Veðrið var sera gott mánadagin, og tí kundi skipið leggja at á Molanum. Hevði skipið komið týsdagin, tá væl av vindi var eystaneftir, hevði skiparin ikki lagt at, og helst hevði hann heldur ikki sett bátarnar út. Vit vóru ótrúliga heppin, sigur Sigurd og brosar um alt andlitið.
Sjónligt er, at hann framvegis brennir nógv fyri móttøkum sum henni mánadagin.
Heilt síðan í mai 1956, tá Føroya Ferðamannafelag setti hann sum leiðara á Ferðamannastovuni undir Hotel Hafnia, hevur hann verið virkin í ferðavinnuni.
Í teirri tíðini vóru ikki so nógv fremmand ferðafólk í Føroyum sum nú, og ferðamannaskipini, ið vitjaðu oyggjarnar, vóru ongi. Fyri seinna heimsbardaga komu eini 4-5 skip til Føroya um árið, men so kom kríggið, og stóru skipini sóust ikki aftur fyrr enn í 1959, minnist hann.
Leitaði eftir soninum
Á Ferðamannastovuni var tó nógv at gera. Tjaldrið hjá Skipafelagnum, Hekla hjá Skipaútgerð Ríkisins og Dronning Alexandrine hjá DFDS sigldu í fastari rutu upp á Føroyar, og nógv fólk stukku inn á gólvið á Ferðamannastovnuni,
ið seinni flutti oman á Kongabrúnna.
– Tá vóru so fáir vegir í Føroyum, at vit gjørdu næstan bert útferðir til Kirkjubøar, sigur Sigurd og leggur á borðið ferðaætlanirnar fyri skip, bátar og flogfør, ið hann gjørdi hvørt ár og sendi øllum ferðaskrivstovunum í Norðurlondum. Tær vóru góð reklama fyri Føroyar. Í ferðaætlanunum vóru nógvar lýsingar. Føroya Banki, Sjóvinnubankin, Tryggingarsambandið og aðrar stórar fyritøkur hildu allar, at hetta var rætta staðið at lýsa. Eisini Auto, Óli Arge og Tórshavnar Svimjihylur lógu
framvið at gera vart við seg. Sigurd minnist, at fyrstu fólkini, ið stukku inn á gólvið á Ferðamannastovuni, tá hann byrjaði í mai 1956, vóru tvær kanadiskar kvinnur. Onnur var móðir og hin systir ein av monnunum, sum doyðu við
kanadiska flúgvaranum, ið rendi á inni á Viðvík 23. apríl í 1943.
– Tær vóru komnar til Føroya at síggja grøvina, og mín uppgáva tann dagin var at skipa so fyri, at tær sluppu at síggja allar gravirnar í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin, sigur Sigurd.
Tað løgna var, at samstundis sum flúgvarin datt niður, var Sigurd sjálvur staddur á Viðareiði. Hann og systkinabarnið, John í Mykinesi, vóru farnir til Viðareiðis skírisdag, og langafríggjadag høvdu tey í húsunum hoyrt dun frá flogfari. Veðrið hendan morgunin var frálíka gott, men tokan lá niður um miðjuna av Malinsfjalli. Ikki fyrrenn Sigurd var komin aftur til
Klaksvíkar, frætti hann um sorgarleikin.
Vildi síggja lunda
At Sigurd Simonsen tíðliga hevur verið hugtikin av stórum skipum, sæst á myndunum, hann vísir fram. Ein mynd er tikin 17. mai í 1937 av Smirli, sum er á veg til Suðuroyar. Við síðuna av Smirli sæst franska marinuskipið, Jeanne d'Arc, sum hevði lítið flogfar við sær, ið fleyg yvir Havnini.
– Hesa myndina við Smirli minnist eg serliga væl, tí hetta var sama dagin, sum abbi mín, Johan í Hoyvík, doyði, sigur hann og peikar á eina aðra mynd av einum snotiligum ferðamannaskipi, ið helst er frá 1938. Báðar myndirnar hevur hann tikið sjálvur.
Mangur ferðamaður er komin og farin úr Føroyum, síðan myndirnar vórðu tiknar, og Sigurd minnist, at ein dagin kom ein kanadiumaður við konu inn á
Ferðamannastovuna og hevði einans sum mál at síggja ein livandi lunda. Ferðamaðurin hevði verið í Ný Fundnalandi og siglt aftur og fram í fleiri tímar fyri at síggja ein lunda á flogi, men lunda sá hann ongan, og tí var hann komin alla leiðina til Føroya at royna eydnuna.
Inni á Ferðamannastovuni spurdi hann Sigurd, um hann kundi hjálpa sær. Tað var gamaní. Sigurd átti bát, sum lá við Kongabrúnna, og øll trý fóru tey so út í Nólsoyar íðu. Har vóru lundar í hópatali, lomvigar og enntá onkur súla
at síggja, og kandiumaðurin fotograferaði sum óður. Tann maðurin fekk so fullan valuta fyri Føroya-ferðina, staðfestir Sigurd.
300 spaniólar á ferð
Viðhvørt var uppgávan fløktari enn at finna ein lunda. Miðskeiðis í 70'unum kom eitt spanskt ferðamannaskip á Havnina við 300 fólkum, og øll vildu tey sleppa at síggja oyggjarnar. Tá kravdist hugflog.
– Helvtin av ferðafólkunum fór við átta Toyoto-bussum til Hósvíkar og víðari til Fuglafjarðar. Bussarnir passaðu akkurát í Sundaferjuna. Hin helvtin fór við Smyrli norður gjøgnum Kalsoyarfjørð, rundaðu Kallin og haðani á Fuglafjørð, og tað passaði so frálíka væl, at tá bussarnir komu oman móti
Fuglafirði, stevndi Smyril inn eftir vánni, minnist Sigurd.
Og tað var ikki alt. Tá ferðafólkini møttust í Fuglafirði, skiftu tey um, so tey, sum høvdu koyrt í bussi, fóru umborð á Smyril, og hini fóru í bussarnar til Havnar. Á hendan hátt fingu øll eina ógloymandi útferð í fagrasta veðri.
Soleiðis hevur Sigurd Simonsen síðan 1956 rokast og fegnast um, at fólk fingu góðar upplivingar í Føroyum, og soleiðis rokast hann enn, tí tað er so sera spennandi at fáast við, sum hann sjálvur sigur.
Hann ásannar, at tað kann vera sum at spæla í lottarínum at skipa fyri
útferðum í Føroyum, tí veðrið er so óútrokniligt, og júst tá hann nevnir veðrið, rennur honum til hugs, at nú er kaldari enn fyrr.
– Øll tosa um, at tað verður heitari, men hetta er so ikki galdandi fyri Føroyar. Fyrr kom altíð lýkka í luftina um 25. mai, men seinastu árum hava vit havt polarluft alt árið. At tað er vorðið kaldari, ger ongan skaða fyri ferðavinnuna, tvørturímóti, tí vit fáa færri mjørkadagar, sigur Sigurd Simonsen.
Ongir sjórænarar
Nú reisist hann og fer eftir einum ringbindi. Í ringbindinum er eitt yvirlit yvir øll 48 ferðamannaskipini, ið koma til Føroya í ár. Sigurd sjálvur skal standa fyri at taka ímóti 23 av teimum.
Á yvirlitinum í ringbindinum standa nøvnini á øllum skipunum, ið koma til Føroya í ár, og nær tey koma. Eftir at koma í juni eru týsku Columbus, Albatros og Delphin.
Meðan hann greiðir frá, at trý skip koma ólavsøkuaftan, og at eitt teirra má fara á Kollafjørð vegna plásstrot, fer hann at grunda yvir útlitini hjá ferðavinnuni.
– Kreppa er nógvastaðni, og illa gongst hjá fleiri ferðaskrivstovum og flogfeløgum. Hetta kann ganga út yvir skipini, tí luksus er tað fyrsta, fólk spara burtur. Hinvegin er Norðuratlantshavið trygg farleið, tí her gera ongir sjórænarar ónáðir. Helst koma fleiri ferðamannaskip tí hendan vegin, sigur Sigurd Simonsen.
Spurdur, hvussu leingi hann ætlar sær at halda fram, svarar hann, at tað er fínt at hava okkurt at fara upp til, tí at hyggja í sjónvarp allan dagin er onki lív.
– Eg ætli at halda fram í eitt ár aftrat ella kanska selja fyritøkuna til onkran áhugaðan, sigur tann 90 ára gamli undangongumaðurin í ferðavinnuni.